Bíblian og tíðindablaðið

„Betri er ein nevi av ró enn báðar hendur fullar av møði og eftirsókn eftir vindi. “
Præd.4,6

og

„Arbeiðið ikki fyri tann matin, sum forferst, men fyri tann matin, sum varir við til ævigt lív, sum menniskjusonurin skal geva tykkum; tí at hann hevur faðirin, Guð sjálvur, innsiglað.«“
Jóh.6,27

 

Ein morgunbardagi:
Tey liggja her á borðinum bæði,
Bíblia mín og blaðið.
Hvat trívi eg eftir,
hvat taki eg fyrst?
Man val mítt vera í lagi?

Mannaorð og Orð frá Gudi –
áhugaverd eru bæði.
Men tað, eg velji fyrst,
tað fyllir meg vist,
merkir meg allan dagin.

Blaðið sigur frá harðskapi, stríði,
frá mannaøvund, hvar enn eg stígi.
Orðið sigur frá tí,
sum Gud hevur gjørt:
sátt, kærleika, frelsuverk stórt.

At granska tey bæði eina morgunstund,
fái eg ikki tíð til.
“Søkið fyrst Guds ríki,”
hetta er tað, sum Jesus vil,
men her eg so mangan svíki ….

So hjálp mær nú TÚ, sum ert lívsins vatn,
ja, lívsins breyð og ORÐIÐ,
at fyrst eg velji hin sunna mat,
og ikki slíkt innantómt, verðsligt fjas,
tey bæði liggja á mínum borði ….
Ókendur. Effie Campbell umsetti