Bið fyri landsins myndugleikum

Skrivað: Jóhannes Hammer

”Fyrst av øllum áminni eg tá um, at tað verða hildnar bønir, ákallanir, fyribønir, takkargerðir fyri øllum menniskjum, fyri kongum og øllum teimum, sum eru settir hátt, fyri at vit mega liva eitt stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og sóma” (1 Tim 2,1-2).

Tað er ein álvarsamur tekstur, og eg rokni eisini við, at tey flestu okkara biðja fyri okkara myndugleikum: Løgmanni, landsstýri, løgtingi og drotningini og hennara húsi. Eg haldi eisini, at tað er umráðandi, at vit biðja fyri forsætisráðharra og fólkatingi. Vit eru ein partur av sama ríki, og danskar lógir eru eisini galdandi her.

Tað vísir seg tíverri, at tað er eitt øgiligt gudloysi rundan um okkum. Fólk vil ikki hava nakað við Gud at gera, og hetta ger, at illimaður hevur fría atgongd at koma framat.
Dóttir Billy Graham segði einaferð í eini sjónvarpssamrøðu: “Gud er ein gentlemaður, hann troðkar seg ikki framat!”
Har, sum gudloysi er, hevur djevulin fría atgongd. Vit skulu minnast til orð Jesusar um tað tóma rúmið:

”Men tá ið hin óreini andin er farin út úr menniskjuni, flakkar hann um vatnleysar staðir og leitar sær hvílu, men finnur hana ikki. So sigur hann: ”Eg vil venda aftur til hús mítt, sum eg fór úr.” Og tá ið hann kemur, finnur hann tað tómt, sópað og prýtt. Tá fer hann avstað og tekur við sær sjey aðrar andar, sum eru verri enn hann sjálvur; og teir fara inn og seta búgv har, og hitt seinna hjá tí menniskjuni verður verri enn hitt fyrra. Soleiðis man eisini fara at gangast hesi óndu slekt.” (Matt 12,43-45).

Tí er tað umráðandi, at vit seta Jesus sum nummar eitt. Vera íðin at koma saman um Guds orð, og fylla okkum við tí góða, sum er Jesus. Tá er rúmið fult, og illimaður sleppur ikki framat.