Bið sum Jesus
”Men tað bar so á um hetta mundið, at hann fór niðan á fjallið at halda bøn, og hann var har alla náttina í bøn til Guds.” (Luk 6,12)
Her fáa vit innlit í bønarlívið hjá Jesusi. Jesus mátti fyrireika alt, sum hann skuldi í gongd við, í bøn. Hann skuldi velja sær 12 lærusveinar, og hetta legði hann fram fyri Gud. Alla náttina bað hann um, at teir lærusveinar, sum skuldu veljast, vóru teir røttu til uppgávuna.
Alt Jesu lív var drivið av bøn. Hann fór tíðliga upp um morgunin fyri at biðja. Hann bað javnan í synagoguni og í templinum. Hann bað við eina og hvørja týdningarmikla hending og avgerðir í lívinum.
Jesus tosaði altíð við pápa sín, og pápi hansara tosaði við hann. Hann bað upp á ymiksar mátar. Onkuntíð stillisliga, onkuntíð grátandi, onkuntíð við gleði. Vit kunnu læra nógv av bønarlívinum hjá Jesusi. Vit eiga at fyrireika tingini í bøn. Vit standa ofta fyri truplum avgerðum; tá er týdningarmikið, at vit fyrireika tað í bøn. Tí tað nyttar at biðja.
Jesus hevur sjálvur biðið okkum um at biðja, tí hann vil draga okkum inn í ein felgasskap, og tí hann veit, at vit eins og hann sjálvur, eru treytað av Guds hjálp.
Bøn er eisini at trúgva. Trúgv er ein fortreyt fyri bøn. Um vit ikki trúðu á bønarinnar møguleika og megi, kundu vit bara sett okkum í ein krók og verið stúrin. Men trúðarinnar innara vera gevur okkum íblástur til at biðja, tí at vit hava Guds stóru lyfti, og tey bera sannleikans málm í sær.
Bøn er sáðið hjá tí kristna lívinum. Ein hvør bøn er sum eitt lítið fræ, sum verður lagt í jørðina, og í Guds tíma vil fræið spreingja tær fastlæstnu støðurnar. Guds orð sigur: ”Tann, sum sparsamliga sáar, skal eisini sparsamliga heysta; og tann, sum sum sáar við signing, skal eisini heysta við signing”.
Latið okkum tí senda bønarróp upp til okkara himmalsaka faðir. Hann lurtar eftir hvørji einastu bøn, sum verður biðin.