Bið til faðir tín
Bøn og bíbliulesnaður er samskiftið við okkara himmalska pápa, og tað er tað, sum heldur okkum uppi á okkara ferð við honum. Bíbliulesnaður er, at Gud tosar við okkum, tá ið vit lesa í Bíbliuni, og bøn er, at vit tosa við hann.
Gud hevur givið okkum beinleiðis samband við hann – dag og nátt, altíð. Hann hoyrir okkum, tá ið vit biðja, og svarar altíð bønum okkara.
Bøn vil altíð lata eitthvørt upp fyri okkum, og við bønini fylgir eisini eitt lyfti – Gud svarar altíð.
Sjálvt um vit ikki fáa tað svarið, sum vit ynskja, so svarar Gud okkum altíð soleiðis, at tað er best fyri okkum.
Lívið hevði verið mikið lættari, um vit bert kundu góðtaka tað, at vit ikki klára at loysa trupulleikar av okkum sjálvum. Tað er bert Gud, sum kann loysa trupulleikar okkara. Ongin trupulleiki er so stórur, at Gud ikki fær loyst hann. Vit kunnu onki í okkum sjálvum, tað vita vit. Men við Gudi er alt møguligt.
Vit lesa í Bíbliuni í fjallaprædikuni í Matteus 6, at tá ið vit halda bøn, ella tosa við Gud, at vit eiga at fara inn í kamar okkara og lata hurðina aftur. Mær dámar best at hava frið, tá ið eg brúki tíð saman við Gudi, tí eg blívi so lætt forstýrað og missi fokus. Øðrum dámar at hava tónleik frá ella gera eitthvørt samstundis. Men tá ið eg tosi við Gud, tá fari eg inn í mítt kamar, sløkki netið á telefonini og koyri hana í flogstøðu og leggi hana langt frá mær, so hon ikki kann forstýra meg.
Eg vil í hvussu er eggja øðrum til at taka sær stundir eina ávísa tíð hvønn dag, eftir skúla ella arbeiði, at taka ein steðg í gerandisdegnum, og í friði biðja ella lesa úr Bíbliuni.
“Men tú, tá ið tú heldur bøn, tá far innar í kamar títt og lat aftur hurð tína og bið til faðir tín, sum er í loyndum, og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær.” (Matt 6,6)
Rósa Johannessen, Klaksvík