Blív við at rópa
”Kona, stór er trúgv tín!” (Matt 15,28)
Vit kenna ivaleyst frásøgnina um hina kánaneisku konuna. Hendan konan, sum kom til Jesus við síni neyð. Vit lesa, at hon rópti ”Harri Dávids sonur, miskunna mær!” Og seinri ”hjálp mær!”
Konan átti eina dóttir, sum var stødd í neyð av einum illum anda, og hon visti, at Jesus kundi hjálpa. Í fyrstu syftu ønti hann henni ikki aftur. Men konan gavst ikki so. Nei, hon bleiv við, og so fell hon á knæ fyri honum og bað, ”Harri hjálp mær!” Víðari lesa vit, at konan og Jesus høvdu eina samrøðu, sum endaði við, at Jesus hjálpti bæði móður og dóttur.
Vit eru nógv, sum viðhvørt hava biðið og rópt til Jesus, og tað var, sum um hann ikki ønti okkum aftur. Tað var, sum um bønin bara náddi upp til loftið, sum um hann ikki hoyrdi okkara róp. Men her mugu vit ikki gevast, men gera líka sum konan. Hon bleiv við, líka til Jesus svaraði hennara bøn. Tá Jesus kennist at vera langt burturi, mugu vit ikki missa mótið, men vera áhaldandi í bønini. Tá skulu vit eisini uppliva, at Jesus svarar.
Hendan mamman, sum stríddist fyri dóttur síni, fekk at vita, at hennara trúgv var stór, av tí at hon bleiv við at biðja og rópa á Jesus. Lat okkum læra av konuni.