Blóð Jesu reinsar frá allari synd
”Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd.”
1.Jóh.1,7
Martin Luther kendi sum fáur til at vera freistaður av djevlinum. Ofta varð hann nívdur av iva, og hann kendi seg staddan í einum myrkri; men við Guds náði kom hann burtur úr hesum. Í einari av sínum myrku løtum sigur hann, at freistarin kemur til sín og sigur: ”Martin, tú ert ein stórur syndari, og tú ert fordømdur og glataður!”
Men tá lýsti Guds Andi skærur yvir Jesu fullgjørda verki, og Luther greip í trúgv fast um Orðið og rak hin ónda frá sær við orðunum: ”Nei, satan, eitt í senn. Víst eri eg ein stórur syndari; men líka so satt er, at Jesus Kristus kom í heimin at gera syndarar sælar!”
Ja, Gud havi lov fyri, at tað er satt! Syndin ger, at eg havi revsing og dóm uppiborið, men Guds náði leyskeypir meg; tí blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd.
Um so synd mín er reyð sum purpur, so vil hansara kærleiksmáttur tváa hana hvítari enn snjó. Kristus hevur sónað mína synd. Hann er bót fyri syndir okkara, ja, ikki bert okkara, men fyri syndina í øllum heiminum. Um eg av fullum hjarta trúgvi hesum, hevur djevulin tapt.
Um stundin myrk meg sígur á,
og døpur syndaminni
seg troka fram úr hjartavrá,
mín sál tó frið skal finna.
Eg fullvæl veit, stór synd mín er;
men størri boð Guds orð mær ber:
tín synd skal strikað verða!