Bøn og bønarsvar
”Tí at hvør tann, sum biður, hann fær, og tann, sum leitar, hann finnur, og tí, sum bankar uppá, skal verða latið upp fyri” (Luk 11,10).
Ja, sanniliga, Gud hoyrir bønir okkara, tá vit biðja til hansara. Hóast vit viðhvørt halda, at hann ikki letst um vón, so svarar hann okkum. Onkuntíð svarar hann ítøkiliga her og nú, og aðrar tíðir síggja vit bara, tá ein tíð er farin, at Gud hevur svarað okkum, bara ikki soleiðis sum vit hildu tað skuldi verða. Men hann veit betur, hvat okkum tørvar, enn vit sjálv.
Tá elsti sonur okkara var 16 mánaðir gamal, fekk hann meningitis. Feburin var ógvuliga høgur, og hann byrjaði at fáa útslett. Tá vit komu til sjúkrahúsið við honum, var feburin 42,1. Hann græt, tá tey fóru við honum inn á intensiva deild, og vit máttu bíða uttanfyri. Eg bað Gud um, at hann ikki mátti tagna, fyrrenn hann hevði fingið hjálp, tí eg ivaðist ikki í, at um hann helt uppat at gráta tá, so kom eg ongantíð at hoyra hansara rødd aftur. Gud hoyrdi mína bøn, og hann varð frískur.
Onkur vil nokk siga, at tað vóru læknarir, sum hjálptu honum, og tað var tað eisini; men Gud, sum sær alt og hoyrir alt, hann svaraði okkara bønum.
Trúgva vit á Gud skapara himins og jarđar? Trúgva vit, at Gud hoyrir bønir okkara, tá vit biđja til hann, og trúgva vit, at hann svarar okkum og hevur umsorgan fyri okkum, ella er alt bara tilvild?
Hjá mær er eingin ivi; eg trúgvi fult og fast á, at Gud hoyrir bønir okkara og hevur umsorgan fyri okkum.
”Náðigur er Harrin og miskunnsamur, tolin og ríkur av góðsku” (Sl 145,8).