Bøn skapar tilknýti
Gud vil hava samfelag við okkum, so hann gleðist, hvørja ferð vit venda okkum til hansara í bøn. Jesus gongur sjálvur í forbøn fyri okkum. Hann elskar okkum og vil, at vit skulu vera eitt við hann, eins og hann og Faðirin eru eitt: “… at teir allir mega vera eitt, at eins og tú, faðir, ert í mær og eg eri í tær, teir eisini mega vera í okkum, til tess at heimurin skal trúgva, at tú hevur sent meg” (Jóh 17,21). Okkara samfelag við Harran styrkist gjøgnum bønina. Eisini styrkir bønin sambandið millum okkum Guds børn, tá vit biðja saman.
Tá eg var 15 ára gomul, hendi ein vanlukka í heimbygd míni, har ein ungur drongur varð illa løstaður. So skjótt tíðindini hoyrdust niðan í skúlan, settu vit javngomlu gentur okkum saman at biðja fyri viðkomandi. Úti á gongdini foldaðu vit okkara hendur og vendu okkum til Gud í ákallan og bøn. Tað var ein rørandi og serstøk løta.
Bønin er eitt fantastiskt amboð fyri tey, sum biðja, fyri tey, sum biðið verður fyri, og Harran, sum biðið verður til. Lat okkum biðja fyri hvør øðrum, eins og Jesus biður fyri okkum.