Bøn

Skrivað: Kristianna Johannesen

Mitt í Jesu fjallaprædikuni (Matt kap 5 – 7) tosar Jesus um bøn og lærir okkum bønina Faðir
vár.

Men tú, tá ið tú heldur bøn, tá far innar í kamar títt og lat aftur hurð tína og bið til
faðir tín, sum er í loyndum, og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær.
Matt. 6,6.

Jesus minnir okkum á at fara burturfrá, í einrúm, fyri at vera still saman við Gudi. Og í
einrúmi kunnu Gud og eg tosa saman. Í einrúmi kann eg oysa mínar tankar yvirfyri Gudi,
og hann, sum sær í loyndum skal gjalda mær. Í einrúmi havi eg møguleika at vera still og
hoyra Guds svar til mín. Gud gevur mær ikki svar, sum løn, men av síni náði. Onki fái eg í
vinningi, men alt av náði.

Kann nakað vera betri enn at hava samband við Gud? Eg kann altíð hava sambandi við
hann ígjøgnum bønina. Óðansæð umstøður, óðansæð hvar eg eri. Gud hoyrir allar bønir.
Bíblian sigur nógv um bøn. Fara vit inn á tað talgiltu Bíbliuna og leita eftir orðinum BØN,
koma nærum 400 vísingar fram. Áhugavert er at lesa tey ymisku skriftstøðini um bøn.

Tað er gott og trygt er at venda sær til Gud í bøn. Og tað gevur styrki í trúnni at uppliva
bønarsvar og kunna takka fyri tað.