Brennandi í Jesusi Kristi
Og tá ið teir høvdu kynt upp ein eld í miðum garðinum og vóru setstir uttan um hann, settist Pætur millum teirra (Luk. 22,55)
Jesus var tikin á hondum, og var nú til forhoyr í høvuðsprestagarðinum. Lærusveinanir vóru rýmdir í allar ættir, tó hoyra vit um 2 lærusveinar, sum fylgdu tí, ið fór fram, uppá avstand. Pætur var annar av hesum lærusveinum. Pætur, sum hevði lovað Jesusi so nógv, ja, at um allir lærusveinarnir sviku Jesus, so fór hann ikki at svíkja hann.
Áðrenn Pætur var komin her í høvðusprestagarðin, hevur hann longu svikið fleiri ferðir, og tað er líkasum, at Pætur er dragnaður frá Jesusi, tí nú situr hann saman við argastu fíggindum Jesusar. Pætur hevur møguliga hugsa, at her kennir ongin meg, men eisini her bleiv Pætur kendur fyri hvør hann var, nevniliga ein lærusveinur hjá Jesusi.
Pætur, sum vildi verða ”brennandi” fyri Jesus, sat nú og vermdi seg saman við fíggindum Jesusar, og tað førdi til eitt djúpt fall.
Men tíðanbetur var hetta ikki síðsta bál, Pætur vermdi seg við. Nei, eftir Jesu uppreisn, hoyra vit um eitt annað bál, sum bleiv kynt við Tiberiasvatni. Hetta bál var ikki kynt av fíggindum Jesusar, men av Jesusi sjálvum. Her fekk Pætur loyvi at hoyra orðini ”røkta lomb míni”.
Jesus reisti Pætur aftur á føtur, og soleiðis vil hann gera, við hvønn einstakan av okkum, so satt sum vit venda okkum til hansara.