Breyð eina
”Men hann svaraði og segði: »Skrivað stendur: »Menniskjan livir ikki av breyði eina, men av hvørjum orði, ið gongur út av Guðs munni.« ”
Matt.4,4
Vit liva í einum av heimsins ríkastu londum, og vit hava nóg mikið av breyði at eta, og tað eru vit takksom fyri. Liva vit bara av breyði? Svarið er sjálvandi nei.
Vit kunnu bara nevna hetta, sum tað norska blaðið, ”Shalom” skrivar, og munnu umstøðurnar í Føroyum ikki líkjast eitt sindur? – 1) Kriminaliteturin er 10-faldaður tey seinastu 30 árini. 2) Tað er ein stórur samfelagstrupulleiki, at ung taka seg av døgum. 3) Harðskapur móti eldri og yngri. 4) Børn verða kynsliga misnýtt. 5) Yvirgangsbólkar fara so langt sum til dráp. 6) Harðskapur í útvarpi og sjónvarpi. 7) Børn seta seg upp ímóti foreldrunum. 8) Ógudiligar lógir. 9) Tey kriminellu, sum sita inni fyri morð, rán ella harðskap, sita í luksusi. – Uppsetingin er tilvildarlig.
Harðskapurin er ein hóttan móti demokratiinum, sigur fyrrverandi landfútin, W.Haugli, samstundis sum hann heldur, at vit eru ov fávitskut mótvegis kriminalitetinum.
Jesus sigur okkum í Matt.24,12, at ”av tí at lógloysið økist, skal kærleikin kólna hjá teimum flestu. ” Paulus skrivar til Timoteus(2.Tim.3,1-4) … at á síðstu døgum skulu koma torførar tíðar, tí at menniskjuni skulu vera sjálvkær … Tú kann eins væl siga egoistisk … Alt hetta, tí at menniskju vilja liva av breyði eina, og ikki hava nakað við Gud at gera.
Guds orð fær rætt. Menniskjan livir ikki av breyði eina. Men tað eru summir kendir persónar í samfelagnum, sum halda upp á tað.
Sjálvandi liva vit; men gera vit tað við framtíðini í huga? Tað sum Gud kann gera ókeypis fyri okkum, um vit lurta eftir honum, skulu vit nú loysa við at játta fleiri pengar til løgregluna. Tá ið syndin er fullbúgvin, førir hon deyða. Tú kanst vera vísur í, at ein dag eru vit fátæk og svong, eisini viðvíkjandi tí dagliga breyðinum.
Tað hevur altíð gingist soleiðis, sum Gud hevur sagt, og tað fer tað altíð at gera. Bjargingin fyri land og fólk liggur í einari gjøgnumgrípandi veking. Bið um hana og trúgv, at tú hevur fingið svar. Matt.21,22. Bið hann, sum eigur akurskurðin Matt.9,37-38: ”Tá sigur hann við lærusveinar sínar: »Akurskurðurin er mikil, men arbeiðismenninir eru fáir. Biðið tí hann, sum akurskurðin eigur, at hann vil senda út arbeiðisfólk at heysta inn skurðin.« ”
Hvat skulu vit gera?? Biðið, biðið…so skal tykkum verða givið… Luk.6,38 Bið Harra akurskurðsins goyma teg í høli sínum vanlukkudagin. Sálm.27,5 Gud vælsigni teg.
”Shalom”. E.Campbell umsetti