Broyt mítt hjarta, Gud

Skrivað: Petur Absalonsen

“Boygg mítt hjarta at samtyktum tínum og ikki til órættan vinning!” (Sálm 119,36)

Vit kenna øll til, at vit sum børn mangan høvdu okkara hugskot um, hvat var sunt og gott fyri okkum. Men tá ið vit opinberaðu okkara hugskot fyri okkara foreldrum, so fingu vit eitt óskiljandi nei, tí tey vaksnu vistu betri enn vit.

Á sama hátt er við Gudi. Vit hava mangar meiningar og ynskir, sum Gud sigur nei til, tí hann veit, at tað ikki er sunt fyri okkum, og at tað oyðileggur okkum – hansara dýrabara skapning. Tí Gud skapti okkum, til at liva í lýdni saman við honum í Edens hava, men vit menniskju vendu honum bakið. Men tíanbetur sendi Gud Jesus at taka dómin í okkara stað. Men tíverri eru vit menniskju so syndadálkaði, at menniskjan í okkum ikki ynskir at vera Gudi lýðin. Tískil er tað so umráðandi, at vit menniskju byrja at biða bønina frá sálma 119,36, at Gud má venda okkara hjørtu til lýdni og ikki at heimsins listum.

So lat okkum biðja hesa umráðandi bøn og søkja Harran í orðinum og møtast við okkara brøðrum og systrum í Harranum, so Gud fær loyvi at broyta okkara hjarta.

Harrin vælsigni dagin.