Deyðin

„Dýrur er í Harrans eygum deyðin hjá dýrkarum hans. “
Sálmur 116,15

 

Í roynd og veru er orðið DEYÐI eitt fremmant hugtak fyri okkum. Tí vit eru ikki skapt til at doyggja, men til at LIVA – ÆVIGT. Men vegna syndina, doyggja vit, og í flestu førum elvir hetta til sakn, pínu og tár. Men hvussu man Gud líta at deyðanum?

 

Sálmur 116,15 sigur okkum, hvussu Hann sær DEYÐAN hjá einum JESUS- TRÚGVANDI:

 

„DÝRUR ER Í HARRANS EYGUM DEYÐIN HJÁ DÝRKARUM HANS!“

 

Hasin sannleikin eigur at ugga okkum, tá ið vit mugu siga farvæl við ætt og vinir, sum doyggja í trúnni á Jesus – við vissuni um at vit møtast aftur. Moses Hansen Effie Campbell umsetti