Dirvi skal til
“Hvat eiga vit tá at siga um hetta? Er Guð við okkum, hvør er tá ímót okkum?”
Róm.8,31
– at tiga við slatri, tá ið onnur í selskapinum njóta at lurta eftir;
– at verja ein burturstaddan, tá ið onnur nekta hann fyri heiður og æru;
– at liva við sømd av sínum egnu smáu inntøkum í staðin fyri at liva uttan sømd á annara kostnað;
– at lata vera við at verja teg sjálvan, tá ið tú ikki kanst gera so, uttan at gera øðrum mein;
– at nokta at gera tað, ið ikki er rætt; tað sum er vanligt hjá øðrum í eins umhvørvi;
– at sýta sær sjálvum tann stuttleikan at keypa tað, einum lystir; men sum eins inntøkur ikki bera;
– ikki at sleppa teimum kristnu hugsjónunum, tó at tey harvið halda teg vera trongskygdan og láturverdan.