Diskaður

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“So er eisini, um einhvør er við í kappleikum, tá verður hann ikki krýndur, um hann ikki leikar lógliga” (2 Tim 2,5).

Versta óeydna og skomm, ið henda kann einum ítróttarfólki, er ikki at vera fyri tapi, um ein gerst nummar 2 ella hin seinasti. Nei, størsta skommin er at verða vrakaður. Reglurnar í ítrótti eru harðar. Tann, ið brýtur tær, verður settur uttan fyri med alla. Beiskasta er mangan tað, at viðkomandi kann vera av bestu ítróttarfólkum.

Kappingarleikurin kann vera ein mynd av kristinlívinum. Paulus lýsir sítt egna lív (1 Kor 9): “Vita tit ikki, at teir, sum renna kapp á skeiði, renna fullvæl allir, men ein fær sigursprísin? Rennið soleiðis, at tit mega fáa hann! … men eg temji likam mítt og kúgi tað, fyri at ikki eg, sum havi prædikað fyri øðrum, sjálvur skal verða rikin aftur.” Hann er størsti heidningatrúboðari okkara, Harri Jesus hevur havt í tænastu síni. Hann visti eisini tað sjálvur; men hann visti eisini, at júst hann kundi verða vrakaður.

Hvørjar reglur verður hugsað um her og eru freistandi at gloyma? Av samanhanginum í seinna Timoteusarbrævi stendur greitt, at tað er serstakliga ein, hugsað verður um. Hann verður nevndur í 3. versi: “Tol tú fyri tín part ilt sum ein góður hermaður Krists Jesu.” Paulus situr í fangahúsi og bíðar eftir sínum deyðadómi. Brævið er skrivað fyri at fáa Timoteus at koma til Róm at standa sær við lið. At líða ilt er gylta reglan fyri einum kristnum lívi. Hvussu sær lív okkara út í eygum Guds?

Teir sum royndu lívið rama,
lítandi á Jesu blóð,
hava sannað á hitt sama,
halga fjøldin blíð og góð,
skalt tú tá víkja frá,
meðan fjøldin berjast má!
(HMS 499,4)