Dómadagur

Skrivað: Rósa Johannessen

Nú gangi eg í studentaskúla á Kambsdali, og sjálvt um eg eri farin á málsligu deild, so sleppi eg ikki undan tí frálíku støddfrøðini. Vit hava ein góðan støddfrøðilærara, sum dugir flestu formlar uttanat, men hann dugir eisini væl at læra frá sær. Men tað er ikki hansara ábyrgd, um vit ikki klára okkum væl, ella illa, til royndir. Hann ger sítt til nyttu, men vit mugu eisini vera fús til at gera okkara og møta upp til tímarnar. Støddfrøðilærarin visti væl, at úrslitini hjá okkum til royndirnar ikki vóru í hansara hondum, tá vit ikki gjørdu ein innsats sjálv. Og so tá ið vit komu til royndirnar, vóru tað fleiri, sum vóru ovfarin av tí vánaliga úrslitinum. Men innast inni visti man væl, at tað var egin ábyrgd.  Royndin hjá mær í rokning er eins og dómadagur. Tá ið tosað verður um dómadagin, hava fólk ofta ein undrandi atburð við misálit og vreiði. “Hatta kann Gud ikki gera, hvussu kann hann vera ein kærleiksfullur Gud, men gera slíkt..?”

Tá ið Gud tosar um dómadagin, er tað fyri at úttrykkja sín kærleika til okkum, sjálvt um vit ofta halda, at hann roynir at ræða okkum. Vit lesa jú í Jóhannes 3,17: ”Tí at ikki sendi Gud sonin í heimin, til tess at hann skal døma heimin, men til tess at heimurin skal verða frelstur við honum.” Hann ynskir bara, at hesin dagurin ikki skal koma óvæntað á okkum, men at vit eru klár til tað, so at dómurin verður eitt vælsignilsi fyri okkum. Hetta ljóðar kanska løgið, men Gud sigur, at tað er nakað, vit mugu “halda okkum til”, fyri at dómurin kann vendast frá at vera ein hóttan til at vera ein gleði.

Tað eru frásagnir frá ápostlunum, sum eru bornar víðari til tey fyrstu kristnu, bæði skrivliga og munnliga, sum vit hoyra í dag. Í Nýggja Testamenti lesa vit jú um frelsuna, náðina og vónina í Jesusi til okkum. Tá vit halda okkum til tað, verður dómurin til gleði fyri okkum.

Rósa Johannessen, Klaksvík