Dømd eftir tí, ið skrivað var í bókunum

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Og eg sá teir deyðu, stórar og smáar, standa framman fyri hásætinum, og bøkur vórðu latnar upp; og onnur bók var latin upp, og tað var lívsins bók, og hinir deyðu vórðu dømdir eftir tí, ið skrivað var í bókunum, samsvarandi gerningum teirra” (Opb 20,12).

Uppvaksin saman við okkara lutherska barnalærdómi eru vit vælkend við orðini, at vit verða ikki frelst vegna okkara egnu góðgerðir, men eina og aleina við trúgv á Harran Jesus Kristus og frelsuverk hansara fyri okkum á Golgata.

Hvussu kann tá Jóhannesar Opinbering siga tað heilt øvuta? Ja, hvussu kann Paulus siga (í Róm 3,23): “Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guds heiður, og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði hansara” – og (í 2 Kor 5,10): “Tí at vit mega øll verða opinberað fyri dómstóli Krists, fyri at ein og hvør kann fáa afturgoldið tað, sum er útint í likaminum, eftir tí sum hann hevur gjørt, annaðhvørt gott ella ilt?”

Veruleikin er, at tann dagur, okkum bíðar, dagurin við teimum mongu nøvnum: Harrans dagur, hin dagur, dómadagur; tað verður dagurin, alt kemur fram í ljósið. Tá verður okkum greitt, um trúgvin bara var ein dreymur og sjálvssvik ella sannur, veruligur við trúgv. Tað prógva okkara gerðir. Tí inniheldur okkara Bíblia eisini ávarandi orð: “Eins og likamið er deytt uttan anda, soleiðis er eisini trúgvin deyð uttan gerningar” (Ják 2,26).

Okkum kemur í hug onkuntíð at hava varnast og gjøgnumskoðað okkurt menniskja. Tað var ikki so hugaligt. Gud hevur gjøgnumskoðað okkum. “Eingin skapningur er fjaldur fyri ásón hansara; men alt er nakið og bert fyri eygum hansara, sum vit standa til svars fyri” (Hebr 4,13).

Tora menniskju tá
fyri dómaran gá
gera upp fyri lívið á døgum;
man tað ei vera svá,
at vit øll mega tá
sek í dóminum níga í knøum.
(HMS 185,3)