Dópsins gáva
”Tí at tit, so mong sum eru doypt til Krists, tit hava íklæðst Krist.”
Gal.3,27
Kristi kirkja á jørð hevur ein harra, og hann er tann eini Gud, sum er faðir at øllum, sum hoyra til hesa kirkju.
Í hesi kirkju er bert ein trúgv – trúgvin á Kristus. Og til hesa kirkju hoyra øll, sum eiga trúnna á Kristus – og bert tey; tey verða nevnd Guds børn.
Í hesi kirkju er bert ein dópur – dópurin í navni Faðirsins og Sonarins og hins Heilaga Anda. Henda eina dópin hevur Jesus sjálvur stovnað og álagt kirkju síni. Hesin dópur er neyðugur hjá øllum.
Við hesum dópi fært tú fyrigeving syndanna. Allar syndir tínar verða tær fyri Jesu Krists deyða náðiga fyrigivnar
Við hesum dópi fært tú gávur Heilaga Andans. Tú fært náðigávur frá Gudi, sum tú annars ikki kann fáa. Krists kirkja hevur fyri neyðini nógvar og ymiskar limir. Sum doypt menniskju hevur hvør av okkum fingið andans gávu.
Vit eiga ikki at kasta hana frá okkum ella lata hana liggja ónýtta. Gud hevur brúk fyri henni í kirkju síni, hvussu lítilsverd hon enn kann tykjast okkum sjálvum. Vit eiga at vera livandi limir í Krists kirkju – tað vórðu vit doypt til.
Við hesum dópi verða vit endurfødd av vatni og anda – fødd av nýggjum í Heilagum Anda. Vatnið í dópinum er eitt tekin um, at hitt gamla menniskjað í okkum við syndum og óndum lystum sínum eigur at verða druknað við dagligari iðran og bót; hitt nýggja menniskjað eigur dagliga at koma fram og liva fyri Gudi í rættvísi og reinleika. Dópurin verður tí eisini í Bíbliuni nevndur vatnbaðið, sum Jesus reinsar menniskjuni í og halgar tey við.
Og við hesum dópi ognast okkum æviga frelsu av Guds stóra kærleika og av markleysu miskunn og náði hansara.
Og í hesum eina dópi verða vit íklædd Kristus, tvs vit verða gjørd verdug at hoyra honum til, fáa lut í frelsuverki hansara, fáa lut við honum í Guds ríki um allar ævir.
Alt hetta fingu vit frá Gudi í dópsgávu.
Men trýrt tú í dag hesum Guds lyftum í dópi tínum?
Hesar gávur verða tær bert at gagni, um tú trýrt!
n.