Dyrnar til himmalin
“Eg eri dyrnar. Gongur nakar inn um meg, skal hann verða bjargaður” (Jóh 10,9a).
“Eg eri hin góði hirðin. Hin góði hirðin setir lív sítt til fyri seyðirnar” (Jóh 10,11).
Hetta eru Jesu egnu orð til fólkið, sum her lurtaðu eftir einum av mongu líknilsum hansara. Jesus talaði ofta í líknilsum fyri at gera fólkinum greitt, hvat henda skuldi. Her greiðir hann frá, at hann skjótt skal líða deyðan fyri menniskjum – fyri teg og meg. Hann sigur eisini, at hann er dyrnar, dyrnar til Himmalin.
Mannaættin var fallin í synd, og ein stórur skilnaður – ein afturlatin hurð – var millum menniskjuna og Gud í Himli.
Við krossdeyða sínum á Golgata tók Jesus alla heimsins synd á seg og lat soleiðis upp hesar dyr inn til himmalin, fyri teg og meg. Ja, hann ER dyrnar.
Trýrt tú hesum?
Í Rómverjabrævinum 10, versini 9 og 10 stendur: “Tí at um tú játtar við munni tínum, at Jesus er harri, og trýr í hjarta tínum, at Gud vakti hann upp frá deyðum, tá skalt tú verða frelsur, tí at við við hjartanum verður trúð til rættvisi, men við munninum verður játtað til frelsu.”
Gud hjálpi einum hvørjum okkara at taka við hesum í trúgv.