“Eg eri sterkur”

Skrivað: Jónsvein Simonsen

Hesi orð segði ein av mínum nærmastu nú ein dagin. Heldur tú ikki eisini tað? var so spurningurin til mín! Jú, tað ert tú, var mítt svar, og tey, ið vóru har, hoyrdu, at hetta svar kom ikki frá mínum hjarta.

Eftir at hava hugsað um hetta, rann mær í huga tað, sum stendur í Fyrsta Jóhannesarbrævi 2,14: “Eg havi skrivað til tykkara, tit fedrar, av tí at tit kenna hann, sum er frá upphavi. Eg havi skrivað til tykkara, tit ungu, av tí at tit eru sterk, og Guds orð verður í tykkum, og tit hava vunnið sigur á hinum illa.”

Her verður skrivað um nøkur, sum eru sterk! Hví vóru tey sterk?

Eitt annað orð, sum eisini undirbyggir hetta er Filippibrævið 4,13: “Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan”.

Hesin Jesus, sum við sínum Heilaga Anda býr í hjørtum teirra, ið trúgva, er tann, sum ger okkum sterk. Hann kann gera tann stóra munin, so vit í Jesu navni eru sterk og  vinna sigur á tí illa.

Tvey vers aftrat, sum undirbyggja tað sama:

“Harrin er mín styrki og mín skjøldur, hjarta mítt leit á hann, og eg fekk hjálp; tí frøist mítt hjarta, og við mínum sangi eg honum lovi” (Sl 28.7).

“Drottin, Harrin, er mín styrki; hann ger føtur mínar sum hindanna og letur meg ganga yvir hæddirnar og hevja sang við streingjaleiki” (Háb 3,19).