Eg eri vegurin
“Jesus sigur við hann: «Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær.” (Jóh 14,6)
Ígjøgnum alt lívið royna vit at gera ætlanir. Tað kunnu vera ætlanir um øll viðurskiftir í lívinum. Og tað er uppá allar mátar gott, at vit royna at leggja ætlanir. Men vit kenna øll til, at okkara ætlanir ikki riggaðu, og so fara vit kanska at leggja nýggjar ætlanir.
Veruleikin hjá okkum øllum er jú eisini tann, at vit eru har, sum vit eru beint nú við teimum umstøðum, sum tær nú einaferð eru. Bæði uppá gott og ilt. Spurningurin til okkum er so: hvar fara vit herfrá?
Men lívið er ikki beint fram. Har eru nógvir krókutir umvegir. Men í øllum hesum er tað so trygt at hava tann góða hirðan við okkum á leiðini. Ja, hann er ikki bara við okkum, hann ynskir altíð at stuðla, troysta og bera okkum í tungum tíðum.
Jesus kennir vegin, sum vit skulu ganga. Hann er sjálvur vegurin. Og hesin vegurin er góður at ganga á, tí hann førir beint til himmals. Ikki kann nakar svara uppá, hvussu langur vegurin har til verður, men eitt er heilt sikkurt. Tað er ein spennandi vegur, har Hann, sum hevur vunnið sigur fyri okkum, er trúfastur og vil ongantíð svíkja okkum.