Aftur til forsíðu

Eg eri við tær

Eg eri við tær

Skrivað: Katrin Groth Mortensen

”Og sí, eg eri við tær allar dagar alt til veraldar enda” (Matt 28,20).

Ein drongur hevði biðið mammu sína læra seg at veva. Mamman kom við einum ljósabláum og einum myrkabláum liti. – Eg taki tann ljósabláa, segði drongurin. Mamman segði, at hon hevði ætlað, at hann skuldi brúka báðar litirnar fyri at fáa eitt vakurt mynstur. – Nei, segði drongurin: – Eg haldi, at tann myrkabláa er so keðilig.

Hetta minnir ikki sørt um okkara lív, har hvør tráur í tí vevaða mynstrinum er sum ein dagur í okkara lívi. Tað eru myrkir dagar, har vit gráta og eru kedd, og ljósir dagar, har vit eru glað og væl nøgd.

Og júst sum teir ljósu og myrku træðrirnar saman skapa eitt vakurt mynstur, soleiðis er eisini neyðugt við ljósum og myrkum døgum í okkara lívi. Men ikki fyrr enn tað plaggið, sum man vevar, er liðugt og er tikið úr vevinum, sær man, hvussu mynstrið veruliga tekur seg út.

Og ikki fyrr enn okkara lív á jørðini er liðugt, síggja vit, hví vit skuldu uppliva bæði ringar og góðar dagar.

Men minst til, at eisini teir tungu dagarnar er Gud hjá tær, og ein dag skal tú fáa at síggja, hví mynstrið í tínum lívi var vovið, júst sum tað var.

Takk Gud, at tú er við okkum allar dagar, eisini teir tungu og strævnu dagarnar.

A+