Eg orki alt!

Skrivað: Hans Kristian Justesen

Eg eri á veg heim frá arbeiði. Súkkli tann seinasta teinin til húsa. Eg kenni meg troyttan og moyran í dag – meira enn vanligt. Arbeiðsuppgávurnar í dag hava tó ikki verið likamliga tyngri enn tær plaga, so møguliga eri eg bara vorðin eitt sindur smásjúkur… Meðan eg súkkli, hugsi eg um andaktina, eg skal skriva. Eg biði innantanna. Tað gongur ein lítil løta, so komi eg í tankar um eitt vers í bíbliuni:

“Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan” (Fil 4,13).

Eg kann ikki siga, at versið passaði so væl til mína moyru støðu, men gjørdist forvitin at hyggja nærri at tekstinum:

Filippibrævið, sum ørindið er tikið burturúr, hevur Paulus skrivað, meðan hann sat í fongslinum. Við tí í tonkunum, ger tað ørindið eyka áhugavert.

Paulus sigur ikki hetta, fyri at rósa sær sjálvum, ella at hann saktans kann klára alt sjálvur, uttan hjálp frá øðrum menniskjum.

Hann sigur ógvuliga tíðiliga, at hann orkar alt í honum, sum ger hann sterkan. Paulus fann alla sína styrki í Kristusi! Tí kundi hann eisini vera nøgdur í øllum viðurskiftum – eisini, tá hann sat leinkjaður til ein hermann í fongslinum! Hann hevði roynt bæði at hava almikið og at hava smá kor. Hann hevði upplivað at vera settur fríur frá tingum og persónum, men var nú fullkomiliga bundin at Kristusi.

Paulus byrjar brævið við at biðja fyri og takka fyri forbøn frá meinigheitini í Filippi. Síðani greiðir hann frá, hvussu Gud brúkar hann sum eitt vitni í fongslinum – í leinkjum. Hann gleðir seg um, at Gud vendi fleiri umstøðum til tað góða – umstøður, sum annars natúrliga kundu givið høvi til mótloysi og niðurlag. Hann vildi fegin, at meinigheitin í Filippi skuldu gleðast saman við honum í hesum. Tey høvdu jú upplivað, at Paulus varð fongslaður í teirra býi. Men nógv, sum var hent tá, hevði Gud nú vent til nakað gott: Alt lívvaktarliðið visti, at hann sat í fongslinum fyri Kristi sakir, og ikki tí, at hann var ein brotsmaður. Hetta hevði eisini virkað fyri, at fleiri høvdu hoyrt gleðiboðskapin, og onnur trúgvandi vóru styrkt í trúnni og høvdu fingið meira dirvi at boða gleðiboðskapin.

Í mær sjálvum klári eg ógvuliga lítið, men: Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan. (Fil 4,13).