Eg orki alt í honum!

Skrivað: Suffía Nón

“Hetta sigi eg ikki av teirri grund, at mær hevur trotið; tí at eg havi lært at vera nøgdur við tað, sum eg havi. – Eg dugi at vera í smáum korum, og eg dugi eisini at hava almikið; í øllum viðurskiftum og í øllum lutum havi eg lært tað loyndarmál bæði at vera mettur og at vera svangur, bæði at hava almikið og at hava trot. – Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan”  (Fil 4,11-13).

Tá ið Paulus skrivaði hendan tekst, sat hann í fangahúsi. Sjálvt í tí trongasta og myrkasta fangahúsinum, fall hann ongantíð í fátt ella varð beiskur. Nei, tvørturímóti skrivaði Paulus um at verða fyltur við gleði og um at verða frælsur. “Gleðið tykkum í Harranum altíð! Eg sigi uppaftur: Gleðið tykkum!” (Fil 4,4).

”Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan” (Fil 4,13)  – Hetta er eitt vers, sum vit ofta brúka, og er hetta eisini sera uppbyggjandi. Men lat okkum líka hyggja eftir versunum 11 og 12. Hesi bæði versini viðgera tað at vera nøgdur í Harranum, sama um ein livir í smáum korum ella hevur ovmikið. Tað, at vit eiga Jesus, er faktiskt nóg mikið fyri okkum. Tí kunnu vit vera  nøgd við tað, ið vit hava, um tað so er nógv ella lítið. Vit skulu vera nøgd og gleða okkum í Harranum í øllum umstøðum, sama um vit eiga nógv ella lítið, búgva stórt ella smátt.

Vit møta nógvum ódnum í okkara lívi. Vit eru antin á veg inn í eina ódn, eru beint í einari ódn ella eru vit  júst komin út úr einari. Hetta kann ljóða eitt sindur ræðandi, men um tú hugsar um tað, so eru tað altíð upp- og niðurtúrar í okkara lívi, bæði so og so. Men vit hava einki at vera bangin fyri. Vit kunnu anda lættan og leggja okkum trygt í Jesu hendur. Hann gevur okkum styrki og er við okkum áðrenn ódnina, í ódnini og eftir ódnina.

Nú veit eg ikki, hvar tú ert í lívinum – um tú ert á veg inn í ódnina ella júst er komin út úr henni. Men minst til, at sjálvt um Paulus var innilæstur í fangahúsi, so skrivaði hann um gleði og fríheit. Paulus var nøgdur í Harranum og læt seg ikki ávirka av, hvussu vánaligar umstøðurnar vóru í tí myrka og kalda fangahúsinum. Hann læt seg ikki ávirka av ódnini, sum leikaði á rundanum hann. Hann orkaði alt í Harranum, sum gjørdi hann sterkan.

Líkamikið, um tað er ódn í tínum lívi, ella um alt gongst tær væl – minst til, at Jesus er altíð við tær og gevur tær styrki til at halda fram. Verið nøgd í Harranum – tað gevur styrki til at ríða ódnina av. Amen.

Suffía Nón, Fuglafjørður

%MCEPASTEBIN%