Eg trúgvi, men eg ivist eisini

Skrivað: Eliesar Eið

”... Ert tú mentur, so hjálp okkum”. “Um eg eri mentur? Hvussu meinar tú? Alt er møguligt hjá tí, sum trýr á Guds vald” svaraði Jesus.“Eg trúgvi” rópti pápin.“Men hjálp mær, tí eg ivist eisini” (Markus 9,22-24).

Í Markusi 9 lesa vit um ein drong, ið hevði ein óndan anda í sær. Pápin kemur til Jesus við honum og sigur ”Ert tú mentur, so hjálp okkum”. Tað kann lesast, sum at pápin kemur til Jesus við soninum, men at hann ikki hevur fullkomið álit á, at Jesus kann grøða sonin. Hann er bangin fyri at trúgva, tí um nú vónurnar bresta, ja, hvat so?

Jesus næstan átalar pápan fyri at ivast. Pápin biður síðani Jesus um at styrkja trúgv sína: at hjálpa sær at seta alt sítt álit á Jesus, tí tað megnar hann ikki sjálvur.

Hvussu er við okkum? Trúgva vit, men kanska bert eitt sindur? Hvussu nógv álit seta vit á Jesus? Tora vit at fara “all-in” og leggja alt í Guds hendur? Biðja vit Gud um hjálp til størri trúgv?

Vit klára aldrin at hava fullkomna trúgv. At seta sítt álit á Jesus er ikki bara antin-ella, antin trúgvi eg ella ikki. Nei, er trúgv ikki nakað, ið kann veksa ella minka, og skulu vit ikki altíð stremba eftir at fáa eina enn størri trúgv?