Eg tysti

”Teir rættu mær malurt til mat, fyri tosta teir góvu mær edik at drekka. ”
Sálmi 69,22

”Eftir hetta, tá ið Jesus visti, at alt nú longu var fullgjørt, til tess at skriftin skuldi ganga út, sigur hann: »Eg eri tystur.« ” Jóh.19,28

Í árinum 1840 vórðu frá tí franska protestantiska missiónsfelagnum sendir út trúboðarar til basutofólkið í Suðurafrika.

Í 7 ár gjørdu trúboðararnir eitt dygdagott arbeiði men uttan úrslit – ikki ein einasta sál vendi um frá heiðinskapinum.

So hendi ein dagin, meðan ein trúboðari talaði til eina mannfjøld um Harrans líðing, at ein undarlig rørsla skakaði alla mannfjøldina. Ein maður trokaði seg fram ígjøgnum og fór avstað. Ein av trúboðarunum fór aftaná honum og fann hann liggjandi á knæ fjaldan í grasinum millum teir smáu viðarunnarnar. Hann lá har og græt.

Trúboðarin spurdi, hvat ið bagdi honum. Hann svaraði: ”Á, tað er hatta rópið frá Frelsaranum: Eg tysti! Og so tað, at eingin var so frægur, at hann gav Guds soni ein vatnsopa – sum bora seg inn í mítt hjarta sum ein ørvur!”

Frelsarans orð: ”Eg tysti!” hevði tikið mannin so um hjartað, at heiðinskapurin mátti dvína fyri kristindóminum.

Hesin maðurin var hin fyrsti umvendi basuto.

”Eg tysti,” segði hann og læt
sær beiskt bland berast munni at.
O, Jesus, alt mítt syndamál
tú drakk úr teirri beisku skál!