Eg veit, hvar tú býrt

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Eg veit, hvar tú býrt” (Opb 2,13).

Hesi orð vórðu mær einaferð til stóra uggan. Eg hevði fingið at vitað, at eg var kallaður til prestagerning í einari sókn, har ikki bara var vánalig kirkjugongd – ja, tað hendi seg, at als eingin kom – áh, hvør líkasæla! Har ráddi ein rótgrógvin andstygd bæði fyri kirkju, presti, ja, øllum tí, kirkjan ber boð um. Kirkjan var misrøkt. Kirkjugarðurin samangrógvin. Tá ið eg hevði verið har í 4 ár, skilti eg, at eg ikki hevði avrikað tað stóra, og var um at falla í fátt.

Tá kom hetta orðið til mín, sum Gud sigur við kirkjuliðið í Pergamos. Har stóð eitt prýðiligt avgudatempul við einum altari, ið enn er í varðveitslu á einum savni í Berlin. Áh, tey veitsluhald, har munnu hava verið hildin! Fólk úr bygd og bý í Pergamos og umhvørvinum har hava hildið sær á gamni. Hugsi, at tey kristnu hava hildið sær á máttini heima hjá sær sjálvum. So ein dagin fingu tey bræv frá Jóhannesi við hesum orðum frá Gudi: “Eg veit, hvar tú býrt, har sum hásæti Sátans er.”

Eitt er at trúgva, at Gud er alvísur soleiðis vanliga, og síðan tríva um eitt slíkt orð. Annars høvdu ikki prestar í hópatali søkt sær annað starv, beinan vegin sum trupulleikar í hópatali stinga seg upp.

“Eg veit, hvar tú býrt,” sigur okkara trúfasti Gud og faðir á himli. Eg veit væl, at tú hevur fólk uttan um teg, sum banna og blóta. Eisini tey, ið komin eru til árs eins og eg sjálvur. Hesi gera alt tað, tey kunna, at fjala seg fyri Gudi. Vit eru ikki í vanda at missa ognir ella missa lív, sum tey vóru í Pergamos. Men á ein hátt er tað beiskt at síggja heiðinskapin breiða seg í fólki okkara, sum hevur verið kristið í 1000 ár.

Men Gud er trúfastur. Tí fáa vit hetta orðið frá honum, sum rámar støðuna, ið bræðir beiskleikan og broytir sorg til gleði.

Gud faðir vár! Tá verður frøi,

tá ríki títt vil kenna grøði,

sum sólin ferðast vit hvønn dag

í Jesu Kristi dýrdarstað.

Tí tá eg gav tær hjartað, Gud,

við honum fekk eg himnalut.

(SB 229,7)