Eg vil Harranum lova, so leingi eg livi
“Eg vil Harranum lova, so leingi eg livi, lovsyngja mínum Gudi, meðan eg eri til!” (Sl 146,2).
Hóast tað ikki verður sagt beinleiðis, so fær man ofta ta fatan, at menniskju siga: Eg vil grenja og knarra, so leingi eg livi. Tað er so nógv av suffum, grenji og gremjan, ja, viðhvørt verður man illa fyri av at hoyra uppá tað; tað er so skjótt, at vit verða smittað av hesum lyndi. Hetta orðið, vit her lósu, skal hjálpa okkum til at fáa takkartónan fram í okkara lívi.
Eg vil Harrannum lova, so leingi eg livi. Hví? Vit hava so nógv at takka fyri. Fyrst av øllum fyri, at Jesus gekk tann tunga líðingarvegin fyri okkum, tók allar okkara syndir á seg og doyði á krossinum fyri okkum, so at vit kundu vera frí. Er tað ikki nóg góð orsøk at takka og prísa Harranum og lovsyngja hansara navni? Takka fyri, at vit liva í einum góðum og fríum landi, at vit hava familju, vinir, gott grannalag og so víðari.
Um vit eru upptikin av at takka, so fara vit eisini at uppdaga, at vit verða við undirlutan, tí okkara tøkk vigar so lítið í mun til tað, sum Jesus gjørdi fyri okkum.
Lat okkum festa okkara eygu á Jesus, okkara stóra, frálíka frelsara, í tilbiðjan og tøkk fyri hansara náði og kærleika, og mátti hesin takkartóni rikið út alla kúran og stúran frá okkum.
Nú takki Gudi øll, við hjarta, munni, hendi,
sum signing sína oss, frá móðurlívi sendi;
alt tað, sum her í verð oss fyri neyðum var,
og barnakor við Krist hans miskunn at oss bar.
Eg vil Harranum lova, so leingi eg livi, lovsyngja mínum Gudi, meðan eg eri til!