Eg vil teg læra og vísa tær vegin

Skrivað: Poula Reinert Olsen

“Eg vil teg læra og vísa tær vegin, tú skal ganga, eg vil hava eyguni eftir tær” (Sl 32,8)

Fleiri staðni í Bíbliuni síggja vit, hvussu Gud vísir menniskjum, hvussu tey eiga at fara fram í ymiskum støðum. Tá vit lesa hesar frásøgur, kunnu vit síggja heildina: hvar tað byrjaði, hvat uppstóð, og hvussu Gud handlaði gjøgnum hetta, og hvussu útfallið so varð. Men menniskjuni í støðuni sóu ikki somu heild. Tey høvdu tó eina trúgv á, at Gud sá heildina og gjørdu tí eftir vilja hansara.

Dømi um slíka frásøgn er, tá vit hoyra um Gideon, ið leiddi Ísrael í kríggj ímóti Midianittum. Í Dómarabókini kapittul 7 lesa vit um, hvussu Gud í fleiri umførum minkaði um her Ísraels, so at Gideon fór frá at hava 32.000 mans til 300. Men Gideon livdi nær at Gudi og hevði sett sítt álit á hann. Og Gud var við Gideon – eisini tá hann ivaðist. Og Gud gav Gideon loysnir, eisini tá hann ræddist (Dóm 7, 10). Gideon vann við sínum heri á midianittum, og við hesum fekk Gud eisini framt sín vilja. Hevði Gideon havt allan her sín, so hevði æran ikki kunna verið Guds á sama hátt. Men við 300 monnum kundi Gud geva Gideoni sigur – hóast tilfeingi og fortreytir sóu daprar út.