Eg vil veita tykkum hvílu

Skrivað: Tórleivur Atlason Rasmussen

“Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu” (Matt 11,28)

Syndabyrðan er tann tyngsta byrðan, sum er til. Tað er ikki ein byrða, sum vit klára at bera. Nógv royna at taka seg saman hvønn dag og stríðast við at sleppa av við hesa byrðu. Og meira vit royna, tyngri verður hon.Vit menniskju vilja ofta arbeiða okkum fram til frelsu og velja at gera tað uttan Jesus. Men tá fara vit av leiðini, sum Jesus gav okkum, og gera okkara egna veg. Jesus vil hava teg á síni leið, og hann vil, at tú skalt kasta tína byrðu yvir á hann. Tað finnist ongin onnur leið. Tað sigur Guds orð eisini.

Eitt lív sum trúgvandi er ikki bara lætt. Vit møta avbjóðingum hvønn dag, og eisini tá sigur Jesus, at vit skulu koma til hann. Einaferð hoyrdi eg um ein mann, sum kom við einum hestavogni framvið einum manni, sum bar eina tunga byrðu. Maðurin bjóðaði honum at seta seg upp á hestavognin. Men so sá maðurin, at hann sum sat á hestavogninum framvegis bar byrðina á rygginum. Soleiðis er tað ofta. Jesus veit, at tú stríðist, og hvat tú stríðist við, og hann vil hjálpa tær og geva tær sanna hvílu.