Ei byrjað endað er

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Men tá hann nevndi Guds ørk, fell Eli øvigur úr stólinum við liðið og hálsbrotnaði; og tað var bani hansara, av tí at hann var gamal og tungur. Hann hevði verið dómari í Ísrael í fjøruti ár” (1 Sám 4,18).

Eli er eitt løgið skepilsi. Honum varð lagað at náa so langt sum einum gudsmanni er lagað. Hann gjørdist prestur við halgidómin í Silo, har Guds ørk stóð. Hann var dómari, tað merkir leiðari fólksins bæði í friðar- og ófriðartíð. Hann átti tveir synir, ja, fremsta ynski hjá einum ísraelsmanni. Hann náddi høgan aldur, eitt prógv um, at hann hevði Guds tokka. Hann livdi, til hann var 98.

Eli doyði sum maður, ið Gud hevði steðgað. Helst av fleiri orsøkum; men vit vita bara um ta einu, sum Gud, gjøgnum dreingin Sámuel, boðaði honum: dømt havi eg um ævir ætt hansara, tí hann visti, at synir hansara vanvirdu Gud, uttan at Eli við nóg álvarsligum orðum rættleiddi teir. – Eitt orð, ið mangar ferðir verður nevnt í tí heilagu skrift, er: Gud ger ongan mannamun. Tað merkir eisini, at hóast ein maður hevur tænt Gudi og fólki hansara í 40 ár, kann tað menniskja koma undir Guds dóm. Paulus visti hetta: “Men eg temji likam mítt og kúgi tað, fyri ikki at eg, sum havi prædikað fyri øðrum, sjálvur skal verða rikin aftur” (1 Kor 9,27).

Hvør aldur hevur sínar freistingar. Sanniliga aldurdómurin við: taka sær av løttum, gleðast um góðan mat og drekka, leti, nóg mikið er komið á skaftið í lívi tínum, teskar freistarin. Nú aldurdómurin er komin, skalt tú hvíla nógv og njóta tilveru tína. Tú skalt ikki gera teg til óvins við nakran, vel altíð tað lættasta og tosa sum minst!

Tað var hetta Eli valdi saman við sínum synum.

Ei byrjað endað er, tað mást tú skilja,
tú kendi Jesus her, so frem hans vilja;
hvat hjarta tínum vil frá Himni venda,
á tí tú viti skil, og slá tað niður,
til alt kríggj fær enda!
(HMS 495,3)