Ein dag í senn

”Stúrið tí ikki fyri deginum í morgin; tí at morgindagurin man stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í síni plágu. ”
Matt. 6,34

 

 

Fyri mongum árum síðani datt ein handverkari niður úr einum stiga og breyt beinið. Handverkarin hugsaði ikki so nógv um pínuna, men um tað, at hann skuldi forsyrgja húsfólki sínum og ikki tjena eina krónu. Hann mátti liggja í songini, og fátæk vóru tey eisini.

 

Tá ið hin gamli læknin kannaði beinið og bant um tað, spurdi maðurin rørdur: „Tygum læknin, hvussu leingi skal eg liggja í songini?“

 

Læknin hugdi blídliga upp á hann og segði uggandi : ”Í fyrstuni bara ein dag, kæri vinur.“

 

Eina løtu tagdi maðurin, so rætti hann læknanum hondina og segði: „Tøkk, læknin, hatta vóru orðini, sum mær tørvaði at hoyra.“

 

Hvussu mong menniskju líða ikki meira, tá ið tey gremja seg um morgindagin – staðin fyri, at tey taka ein dag í senn, eitt bil í senn og leggja morgindagin í Guds hond.

 

Bert ein dag, eitt bil í senn eg fái.

Ríka troyst til stirda sál og ond!

Hví nú stúra? Lít á Harrans náði,

alt jú hvílir í Guds Faðirs hond.

 

Hann, sum alt mítt ber í faðirbarmi,

hvønn ein dag á fold mær senda vil

partin mín av frøi og av harmi,

sum eg júst man treingja til.

Lina Sandell

”Misjon uten grenser” Effie Campbell umsetti.