Ein einkja fram at fýra og áttati ára aldri

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry Debes Joensen

“og hevði nú sitið einkja fram at fýra og áttati ára aldri” (Luk 2,37).

Hon æt Anna Fanuelsdóttir. Eisini hon heilsaði Jesusbarninum og beyð tí vælkomið í Harrans hús eins og gamli Símeon. Um hesa konu vita vit, at hon hevði verið gift í sjey ár og síðan livað sum einkja. Í teirri tíðini vórðu 13-14 ára gamlar gentur giftar; tað merkir, at hon hevur sitið einkja fram ímóti 60 árum. Síðan stendur tað, at hon veik ikki úr halgidóminum, og tænaði Gudi við føstu og bønarhaldi nátt og dag. Hon hevur uttan iva livað av olmussum, sum var tátíðarinnar fólkapensjón og sosialhjálp. Tá ið hon so hevði prísað og takkað Gudi fyri barnið, hon hevði sæð, stendur, at hon talaði um hann við øll, sum væntaðu bjarging Jerusalems.

Í Russlandi (fyri hundrað árum síðan), har maður mátti seta sína tilveru uppá spæl, tí viðkomandi leitaði at kirkjuni at finna sær hjálp og bjarging vegna sína trúgv. Har var kirkjan ein blandingur av stórt sæð gomlum konum. Stjórnin læt í fyrstuni tað um seg ganga. Har minkar so hvørt sum onkur teirra doyr, var hugsanin frá teimum leiðandi gudsspottarunum. Nú eru umleið hundrað ár farin; men enn yðjur av gomlum konum, ið fylla kirkjurnar á vallaraferðum teirra. “Hvussu mong børn doypa tit?” spurdi eg eitt kirkjufólk haðani. “Vit doypa øll børnini, ið higar verða latin okkum upp í hendi, ja, um tað so er gomul ‘babusjka’, ið kemur rennandi við einum barni.” Babusjka er ein omma á russiskum.

Tað er einki at ivast í, at tað eru ommurnar, ið hava gjørt, at Gud enn eigur kristin fólk í Russlandi. Tær læra smáu børnini at rista krossins merki fyri pannu og bringu og læra tey at biðja, hóast tað er í loyndum. Mangt vita vit sambært Nýggja Testamenti um Timoteus, Paulusar hjartavin. “Minnist ta falsleysu trúgv, sum er í tær, hana sum fyrst búði í Lois, ommu tíni, og í Evniku, móður tíni, og sum eg eri ivaleysur í eisini býr í tær” (2 Tim 1,3).

Eina Gud veit, hvussu mangar ommur, ið hava biðið sínu ommubørn inn í Guds ríki.

Trygt legði eg høvur á kodda,

og hon kom og setti seg

á songarstokkinum hjá mær:

“Kom, lat meg nú signa teg!”

 

”So signaði hon meg um ennið,

yvir bringuna risti hon kross:

“Legg teg í Harrans hendur,

gev móður tíni ein koss!”

(SFF 91,2 og 3. H.A. Djurhuus)