Ein er verdur
“Og eg græt illa, av tí at eingin var funnin verdur at lata upp bókina ella hyggja í hana” (Opb 5,4).
Jóhannes sær í ein sjón Gud haldandi eini bókrullu í hondini, og hann skilur, at í henni stendur alt tað, sum skal henda honum og framtíð mannaættarinnar. Bókin var innsiglað við sjey innsiglum, og eingin á jørðini fær loyvi at lata hana upp. Hetta er tað, hann grætur um. Tað hava menniskju til allar tíðir vitað og borið sorg yvir og hava roynt við øllum ráðum at vinna á, til tess at beina burtur slørið, sum fjalir framtíð okkara. Allir hundakunstir eru royndir, spákonur hava notið gott av djúpum menniskjaligum eyðmýkingum, tí vit møta degnum í morgin við bindi fyri eygum okkara.
Jóhannes stendur har og grætur sum umboð okkara um, at vit eru bundin at tíðarinnar leinkju; blind eins og moldvørpur.
So fær hann nakað at vita, sum vit eisini treingja til at vita, ja, verða mint á hvønn einasta lívsins dag, okkum er lagað: ein er, ið verdur er at lata bókina upp, sum inniheldur okkara og jarðarinnar framtíð, og tað er hann, ið situr við høgru hond Guds, Harri okkara, Jesus Kristus. Gjøgnum naglasærdu hendur hansara gongur alt tað, ið hendir. Menniskjað billar sær inn, at tað eru vit, ið hava ræðið, tað eru vit, ið leggja ætlanir. So er tað tó alt skrivað upp í Guds bók. Tey sjey innsiglini merkja, at hon skal skiljast sum eitt testamenti. Bókin inniheldur Guds seinasta vilja. Hann er náði og dómur. So mikið vita vit. Hvat man vera tað fyrsta, ið hendir, tá ið tey trúgvandi koma heim? Tað verður, at Gud skal turka hvørt tár av eygum teirra (Opb 7,17).
Gráti eg á nátt og degi,
hjálp mær Jesus, at tín gleði
yvir synd og sorgum má
altíð yvirlutan fá.
(SB 507,5)