Ein meinbogi
”Guð er okkum vernd og verja, ein hjálp í trongdum, ið aldri svíkur. ”
Sálmur 46,2
Ein tann størsti meinbogin fyri frelsu hjá nútíðar menniskjum er hesin, at vit hava so nógv at gera, so nógv at fara til; vit jagstra hiðani og hagar og hava ongan frið yvir okkum; tey gudleysu hava ongan frið, sigur orðið.
Gud hjálpi okkum at ansa eftir, at ófriðurin í heiminum ikki treingir seg inn í okkara hjarta, tí heimurin hevur einki at bjóða okkum uttan tað, sum mølur og rustur kunnu eta.
Men Jesus Kristus kann – um vit vilja – fylla hjartað við einum friði, sum førir okkum inn til ævigt lív. Tað skilti tann gamli maðurin, í hvørs jakkalumma niðanfyri standandi vers varð funnið aftan á deyða hansara:
Tag tid til at bede, søg stilhed og ro!
I frelserens nærhed du altid skal bo.
Når verden den larmer, og striden bli’r hed,
søg hvile hos Jesus, han selv er din fred!