Ein ótrúlig hevnd
”Ein sálmur av Dávidi. Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni. Á grasgóðum fløtum hann letur meg liggja, til hvíldaráir hann leiðir meg. Hann sál mína lívgar, fyri navn sítt meg beinir á rætta leið. Gangi eg í dimmum dølum, einki ilt eg óttist. Tí tú ert við mær, tín stavur og tín keppur, teir ugga meg. Mær borð tú reiðir fyri eygunum á fíggindum mínum. Við smyrsli tú salvar mítt høvur, bikar mítt yvir flýtur. Eina góðska og náði mær fylgja allar mínar lívsins dagar. Í Harrans húsi eg dvøljist í endaleysar tíðir.”
Sálmur 23
”Í 1943 varð eg dømdur til deyða av einum týskum hernaðardómstóli.” Hesin gráhærdi maðurin, sum avlegði vitnisburð sín, var lágmæltur og lítillátin.
”Eg hevði konu og fýra børn, so dómurin varð broyttur til uppihald í einari fangalegu í Týsklandi. Níggju mánaðir seinni vigaðu eg 40 kilo, arr vóru um allan kroppin, og vinstri armur hevði verið brotin, uttan at nakar lækni yvirhøvur hevði hugt at honum.
Ein jólaaftan var eg í barakkini saman við hinum monnunum, tá ið leguyvirmaðurin sendi boð eftir mær. Tá eg eg kom inn til hansara, sat hann við búgvið borð, jóladøgurðin við øllum góðum afturvið stóð á borðinum. Hann læt meg standa beint upp og niður, meðan hann át. Máltíðin vardi í ein heilan tíma. Hann argaði meg, tí eg var trúgvandi og vitnaði fyri vinmonnum mínum. Eg var hart freistaður av djevlinum, sum segði við meg: ”Dapozzo, trýrt tú enn tí, sum stendur í Sálmi 23?”
Eg hevði biðið til Guds, og tað gjørdist møguligt hjá mær at svara honum: ”Ja, tað geri eg!”
Ein umsjónarmaður kom inn við kaffi og smákøkum. Leguovastin settist at eta tær, og so segði hann: ”Kona tygara er dugnaligur kokkur, Dapozzo. Í sjey mánaðir hevur kona tín hvønn mánað sent tær ein pakka við smákøkum. Eg havi etið tær allar.”
Tá varð eg hart freistaður. Eg visti, at kona mín og børnini høvdu lítið at eta, og at tey av sínum smáu ransónum høvdu samlað saman mjøl, margarin og sukur, so tey kundu senda mær okkurt. Hesin át altso matin hjá børnum mínum.
Djevulin segði við meg: ”Hata handa mannin!” Aftur bað eg til Guds, og eg kundi ikki hata hann. Eg ynskti so inniliga, at hann gav mær bara eina smákøku, ikki tí at eg ætlaði mær at eta hana, men eg vildi fegin hyggja at henni og hugsa um børn míni. Men hann át alt – og bað ilt niður yvir meg.
Eg segði við hann: ”Tygum eru fátækur maður, harra leguovasti, og eg eri ríkur, tí eg trúgvi á Gud og eri frelstur við Jesu dýrabara blóði.”
Hann gjørdist í øðini og sendi meg aftur til barakkina.
Tá ið kríggið var at enda komið, fór eg at leita eftir honum. Teir flestu leguyvirmenninir vórðu skotnir, men hann slapp undan og fjaldi seg. Eg leitaði eftir honum í tíggju ár, og at enda fann eg hann. Eg fór at vitja hann.
Eg eri nummar 175! Minnast tygum jólaaftan 1943?
Tá gjørdust hann og konan bangin, og hann segði: ”Nú eru tygum komin at fáa hevnd?”
Ja, svaraði eg og læt pakkan upp. Í honum var ein stór kaka, og eg bað konu hansara kóka kaffi, og vit drukku kaffi saman. Maðurin fór at gráta og bað um fyrigeving. Eg segði við hann, at eg fyrigav honum fyri Jesusar skuld. Eitt ár seinni vóru bæði hann og konan frelst, og tey liva nú eitt kristið lív.
Tað var ógvuliga kvirt inni í salinum í Róm, meðan hann talaði, tí Andi Guds var yvir okkum, og tá tað hendir, mugu menniskju vera kvirr fyri honum.
”Shalom” E.Campbell umsetti