Ein undurfull troyst
“Í hjartans tunga móði mínum uggaðu sál mína troystarorð tíni! ”
Sálmur 94,19
Ein gamal maður fortaldi uppi í K.F.U.K frá einari hending, sær hevði verið fyri. Hendingin fór fram fyri árum síðani; men hon hevði havt slíka ávirkan á hann, at hann roknaði ikki við, at hann nakrantíð fór at gloyma hana.
Hann hevði arbeitt 20 ár sum skrivstovumaður inni á Toftum í einum stórum handilsvirki. Tá á døgum bar ikki til at ljósprenta(fotokopiera). Staðin fyri høvdu tey eina duplikeringsmaskinu. Tað gekk fyri seg á tann hátt, at tú skrivaði tað, tú ætlaði tær, á eitt serligt ark. Hetta arkið varð kallað ein stensilur. Síðani tókst tú stensilin og legði hann um eina rullu í maskinuni. Einastaðni var sverta, og í einari skuffu vóru nógv ørk. Síðani var bara at vinda, og út komu ørkini við somu tekst, sum stóð á stensilinum.
Hesin maður gjørdi ofta fólki eina tænastu, tá ið brúdleyp ella føðingardagur var, at duplikera sangir fyri tey.
Eini hjún áttu eina hálvt ára gamla dóttur, sum var sjúk. Smágentan doyði. Eitt kvøldið bankaði uppá hjá hesum manni, og hann varð biðin um at duplikera tvey ørk við sangum til jarðarferðina hjá smágentuni. Jú, tað var gamaní. Hann tók so dóttur sína við sær; tí har vóru fleiri skrivimaskinur, so kundu tey skriva hvør sítt ark, so gekk skjótari.
Men fyrst noyddist hann at fara inn til ein mann at læna lykilin til virkið. Hesin maður kom við teimum oman, tí hann hevði gloymt okkurt eftir.
Tá ið maðurin var liðugur at skriva sítt ark, fór hann at duplikera. Hann stóð og vant og vant, og alt gekst væl í fyrstuni. Men pappír eru órein at klistra seg hvørt upp at øðrum, og áðrenn hann visti av leyp ein stórur klumpur upp á eini 30 ørk út á gólv.
Hin maðurin, sum var komin við lyklinum, stóð beint framman fyri maskinuni. Hann peikar bilsin niður á gólv og segði: “Hvat er hetta fyri nakað?” Har lógu øll 30 ørkini hvørt oman á øðrum, og stakk hvørt teirra kanska 1mm longur út enn arkið, sum lá uppiyvir. Á kantinum, sum øll hesi 30 ørkini gjørdu tilsamans, stóð klárt og týðiligt at lesa: “Eg eri Jesu lítla lamb.” – Tey stóðu øll trý so bilsin har og kendu, at Gud hevði talað, tí hetta hevði eingin klárað at gjørt, hvussu fegin hann so vildi. Víst stóð hetta versið mitt inni á blaðnum, men at fáa sett hesi orðini út á kantin á ørkunum, tað var ógjørligt. Tey skiltu hetta sum eini boð frá Gudi. Tey 30 ørkini eigur maðurin enn, hann hevur goymt tey øll hesi árini sum eitt dýrabart minni.
E.Campbell