Ein vónrík framtíð
“Tí at eg veit, hvørjar ætlanir eg havi í hyggju við tykkum, sigur Harrin, ætlanir um frið og ikki um ógævu, til tess at veita tykkum vónríka framtíð” (Jer 29,11).
Tað er mangan, at vit menniskju vita, at tað, ið Bíblian sigur er satt. Men tora vit at trúgva tí við hjartanum og sinninum? Um vit ímynda okkum, at Gud stóð frammanfyri okkum og segði: at hann hevði ótrúligar ætlanir við okkara framtíð, hvussu høvdu vit so livað? Hevði nakað blivið øðrvísi?
Fyri at Gud skal sleppa framat og geva okkum hesa framtíð, so mugu vit leggja okkara gamla lív av, og vaksa í Jesusi. Ein tann størsta broytingin ið fer fram er, at vit gerast meira takksom, at vit velja at fokusera á øll tey vælsignilsi, ið vit njóta í gerandisdegnum, ístaðin fyri at hyggja eftir øllum tí negativa í lívinum.
Tá fara tey vantrúgvandi at síggja, at vit eiga eina gleði, sum tey ikki eiga. Hetta kann vera við til, at tey fara at tysta eftir hesi gleði, ið vit eiga, og tá kunnu vit vísa á Jesus.
Øll hava upp og niður túrar í lívinum. Tá skulu vit minnast, at Gud hevur lovað eina vónríka framtíð. Og verður tann góða framtíðin ikki á jørðini, ja so eiga vit hana í Himmalinum.