Aftur til forsíðu

Eina av Guds miskunn

Eina av Guds miskunn

Skrivað: Øssur Kjølbro

”Ikki í troysti á egið rættlæti koma vit fram fyri ásjón tína at bøna um náði, men í troysti á tína miklu miskunn” (Dán 9,18)

Hetta er brot úr bønini, sum Dánjal bað fyri sær sjálvum og fólkinum, tá tey vóru í útlegd í Bábylon. Tað vísir ein grundleggjandi sannleika í øllum viðurskiftum hjá okkum menniskjum við hin livandi Gud: At tað bara er av hansara náði og miskunn, at vit yvirhøvur kunnu hava við hann at gera. Dánjal var ein rættiliga gudsóttandi maður; kortini hevði hann tørv á miskunn, um hann yvirhøvur skuldi nærkast Gudi í bøn. Hvør mikið meira tá ikki vit onnur?

Hinvegin vísir tað eisini, at tann, ið troystar (lítur) á Guds miklu miskunn í tí krossfesta og upprisna Jesusi Kristi, hann/hon hevur fría atgongd til Guds trónu, til eina og hvørja tíð, og uttan nakrar avmarkingar! Ein fantastisk náði!

A+