Eingin illavorðin tala komi út av munni tykkara
Eingin illavorðin tala komi út av munni tykkara, men slík, sum er góð til uppbyggingar.(Ef. 4,29)
Tað er altíð freistandi at tosa eitt sindur um hini. Oftani er tað væl dekkað við speisemi, sum skemt í matarsteðginum ella sum undirhald í vertskapi. At tosa um hini kann vera ógvuliga óskyldugt og vælmeinandi, um tað ikki er meint til at niður gera hini til tess at framhevja seg sjálvan.
Í løtum gongur tað hugnaliga prátið yvir í baktalan, frá einum góðum tóna til nakað, ið er oyðileggjandi. Tú kanst hótta onnur eftir lívinum við vápnum og knýttum nevum, men tú kanst eisini hótta onnur eftir lívinum við niðrandi umtalu og ærumeiðing. Tað verður teskað í krókum og durastavinum. Tað verður tosað í bindiklubbum og mannfólkabólkum.
Tað verður baktalað ígjøgnum telefon og á teimum sosialu miðlinum. Vit hava øll ábyrgd at steðga hesi rongu leið, slíta lið av hesi óndu ketu, tá ið tað kemur til okkara. Norski biskupurin, Alex Johnson, sigur tríggjar setningar, ið eru verdir at taka til eftirtektar:
1. Er tað satt, sum tú sigur um tín næsta?
2. Er tað neyðugt at siga tað, tú sigur um tín næsta?
3. OG er tað, sum tú sigur um tín næsta, sagt í kærleika