Eingin sjálvfylgja at verða varðveitt

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Eg havi strítt hitt góða stríðið, havi fullrunnið skeiðið, havi varðveitt trúnna” (2 Tim 4,7).

Í Nýggja testamenti er tó eitt gamalmenni og seinasta heilsan frá honum varðveitt. Í brævinum til Filemon nevnir Paulus seg “hin gamla Paulus” (9. vers).  Man hava verið hægst 60 ár. Tá á døgum gjørdust tey ikki gomul sum vit, og eisini kendu tey seg tíðliga gomul.

Í seinna brævinum til vin sín, Timoteus, situr Paulus í leinkjum og bíðar eftir deyðanum. Hetta brævið er hansara seinasta testamenti.  Luther hevur ein lítlan bókling um at fyrireika seg at doyggja. Fyrst nevnir hann testamentið “til tey nærmastu, so hesi ikki rúka saman at heglast um arvin.” Tað er dapurt at hugsa sær, at mong gomul nú á døgum eru í loyndum so bangin fyri deyðanum, at tey ikki fáa seg til at skriva sítt testamenti. Paulus roynir at gera upp við vinir og óvinir, leiðbeinir viðvíkjandi jarðiskum ognarlutum, ið ikki var tað nógva. Síðan dregur hann tað undursama úrslit úr lívi sínum, ið er evnið til hesa andakt.

Hvat sigur tað okkum í dag? Tað sigur, at tað kann so statt lata seg gera at vinna stríðið og náa málið og – hitt seinasta og størsta og tyngsta – at varðveita trúnna.

At taka við trúnni – trúgva á ein náðigan Gud, ið brýggjar seg um meg og mítt – tað er eitt undur. Eitt enn størri undur er, at eg tori trúgva á hann í dag. Ja, hvønn morgun, eg vakni, støðugt trúgva á hann, á Sonin, ið tók alla mína synd á seg. Á Andan, ið knýtur bond millum Himmal og jørð, er veldugt undur, Guds ófatiliga trúfesti. Í endurminningum sínum sigur Mynster, biskupur, frá umvending síni sum ungur prestur í Spjellerup og sigur at enda: “… og einki kann samanberast við ta gleði, at eg dag og dagliga sigi við meg sjálvan: “Mær hevur ognast ein Gud og ein frelsara!”

At hava varðveitt trúnna, er sanniliga eingin sjálvfylgja.