Einglarnir verja … takka vit …?

Skrivað: Jaspur Langaard

“Harrans eingil kring teir stendur, ið hann óttast, og hann teimum bjargar” (Sálma 34, 8)

Einglarnir hava ein stóran leiklut, men tað er ein, sum er størri, tað er Jesus – hann situr við Guds høgru hond. Í brævinum til Filippimanna 2, 6-11 lesa vit, at Jesus átók sær eina tænara mynd og gjørdist monnum líkur, og hann var líðin til deyðan í okkara stað – soleiðis at hvørt menniskja, sum boyggir seg fyri honum, skal uppliva hansara dýrd.

Eini hending úr Kina fyri nøkrum árum síðani, greiðir trúboðarin Asbjørn Aavik soleiðis frá:

Tað vóru ófriðarligar tíðir í Kina. Nógvir trúboðarar vóru saman í býnum Yunyang. Kommunistarnir høvdu gjørt álop á fleiri býir, og teir vóru bangnir fyri, at teir komu til Yunyang. Trúboðarnir brúktu nógva tíð í bøn til Guds.

Teir hoyrdu, at álopini vóru bert fáar kilometrar burtur. Teir gjørdu av at flýggja, men funnu útav, at tað var ógjørligt. Nú vóru herðmenninir so nær, at teir hoyrdu skotini. Dagin eftir vóru hermenninir vendir aftur sama veg teir vóru komnir.

Tveir teirra fóru út at kanna, hvat var hent. Teir møttu einum gomlum bónda, ið hevði búð har alt sítt lív, hann greiddi soleiðis frá. Um kvøldið møtti hann einum heryvirmanni, sum fortaldi, at ein múrur var rundan um Yunyang, og somuleiðis høvdu teir sæð tveir stórar skapningar, teir høvdu lang gul klæðir og andlitið var hvítt sum postalín.

Hermenninir tordu ikki inn í Yunyang og valgdu tí at flýggja. “Var hetta ikki serligt?”, spyr bóndin. Trúboðararnir hugdu upp á hvønn annan og smíltust.

Hetta kvøldið lógu allir trúboðararnir á knæ, og takkaðu Gudi.