Einglaverja
”Tí einglum sínum boð hann gevur teg at varða á øllum tínum leiðum” (Sl 91,11).
Vit menniskju hugsa nógv um framtíðina. Tá ið vit hugsa um framtíðina, er tað nógv, sum kann gera okkum bangin. Tí hvat hevur framtíðin at bjóða okkum, bæði av góðum og ringum?
Tá er tað so gott við einum orði, sum kann hjálpa: ”Tí einglum sínum boð hann gevur teg at varða á øllum tínum leiðum”.
Hetta orð gevur mær tryggleika, og eg vóni, at tað eisini gevur tær tryggleika. Tað sigur okkum, at vit eru ikki yvirlatin til okkum sjálv, men tað er ein, sum ansar okkum, hevur alt í síni hond. Tað er Gud!
Eingin av okkum fer ígjøgnum hetta lívið við ongum trupulleikum ella mótgongd. Men óansæð hvat okkum verður fyri, er Gud við okkum og setur sína einglaverju um okkum; hann leiðir og varðar okkum á øllum leiðum okkara. Tí kunnu vit altíð biðja til hansara, tá ið stúranin kemur um, hvat liggur fyri framman.
Møguliga hugsar tú: Kann eg fara til Guds ella kann eg biðja til Guds? Jesus sigur: ”Tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur” (Jóh 6.37).
Hetta eru orð, sum eisini eru galdandi fyri okkum í dag. Jesus rekur ongan burtur frá sær, sum kemur til hansara og biður um hjálp! Nei, hann gleðist, tá ið vit venda okkum til hansara og biðja um hjálp!
Og fert tú til hansara, fært tú at merkja, at tað, sum eingin í heiminum kann, tað bæði vil og kann hann: Tað at geva tínum hjarta frið. Tað kann altíð koma ymiskt á okkum, sum órógvar, men vit sleppa at koma aftur og aftur til Jesus, og hann vil ongantíð reka tann burtur, sum kemur.
Tað er trygt og gott at vita, at hann eisini hevur sett sínar einglar at verja okkum!
Lat okkum líta á tað!