Eini stór gleðiboð

”Og eingilin segði við teir: »Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. ”
Luk.2,10

 

 

Tað var nátt yvir Betlehems-markum, tá ið eingilin opinberaði seg, og tað var nátt um allan heimin – andaliga talað, tí myrkur huldi jørðina og sorti fólkini, sum Jesaja profetur sigur tað.

 

Tað er óivað trupult hjá okkum, sum kunna gleða okkum um ljós gleðiboðskaparins, og sum kenna Frelsaran, rættiliga at seta okkum inn í, hvønn ótta og hvat vónloysi hetta myrkrið bar við sær. Onki ljós lýsti yvir lívi teirra, heldur ikki yvir deyðanum og ævinleikanum.

 

Men so rann ljósið brádliga upp ”sum sólarris av høgum himni”. Náðinnar sól er runnin upp; og hon setur aldri aftur, tí miskunn hans varir um ævir, og frelsan er galdandi fyri allar ævir.

 

Finst ein heilsan, ið kann sammetast við hana, ið hirðarnir bóru hina minniligu náttina? Tað hjálpir okkum í hvussu so er at skilja, hvat hesi gleðiboð høvdu at týða, um tað veruliga gongur upp fyri okkum, hvussu tað hevði verið, um Jesus ikki var komin til okkara. Tá kundu vit skriva orðið vónloysi yvir øllum mannalívinum.

 

Hugsa um hetta! Friðleys mannahjørtu, tyngd av ringari samvitsku, uttan møguleika at bøta misbrot okkara, uttan vón um fyrigeving. Syndatrælir uttan møguleika at slíta tær leinkjurnar og uttan kraft at liva eitt sigrandi, reint og eydnuríkt lív. Tí hvør kann hjálpa, um ongin gleðiboðskapur er um fyrigeving, frígering og tryggleika í lívinum, í deyðanum og ævinleikanum? Sanniliga hevði eingilin rætt, hetta vóru eisini stór gleðiboð, og Gud havi lov, tey vóru fyri alt fólkið.

 

Og hvat er ikki hent síðani! Milliónir av menniskjum, ið sótu í myrkri og deyðans skugga, hava sæð eitt stórt ljós, og alt er broytt. Og ljósið verður borið støðugt longri út til teirra, sum enn sita í myrkri. Hvønn dag hendir undrið, at nøkur verða kallað frá myrkrinum til hansara undurfulla ljós. Tí jólaundrið hendir uppaftur og uppaftur, og tað hevur hent upp gjøgnum allar hesar øldirnar. Tí halda vit ikki jól bara fyri at minnast nakað, ið hendi einaferð fyri langari tíð síðani, men fyri aftur og aftur at prísa Gudi fyri tey stóru gleðiboð, sum skuldu verða fyri alt fólkið. Tí Gud ætlaði ikki bara, at øll skuldu hoyra um hetta, ið hent var, men eisini uppliva tað; annars fór hetta ikki at gagna nøkrum okkara. Tí kann heldur ongin halda sonn jól uttan tey, ið hava fingið lut í stóru gleðini, ið tey ikki bara hava hoyrt um, men sum tey hava upplivað og hvønn dag liva í. Og tí hava vit eisini so ósigiliga nógv bæði at fegnast um og at gleða okkum til!