Einki í hesum heimi kann loysa okkara størsta trupulleika
"Náaman, herhøvdingi hjá kongi Áramita, var í miklum metum hjá harra sínum og væl umtóktur, av tí at Harrin við honum hevði givið Áramitum sigur. Men maðurin var líktráur" (2 Kong 5,1).
Hetta er byrjanin til eina av teimum mest hugtakandi søgunum í Bíbliuni. Søgan um, hvussu ein lítil rænd genta – heldur enn at hevna seg inn á hann, sum hevði rænt hana frá foreldrunum – vísir honum á, hvar grøðing er at finna fyri deyðiliga sjúku hansara.
Náaman átti alt. Hann var generalur hjá einum av máttmiklastu kongum í heiminum. Hann var sera vælumtóktur; hevði hann livað í dag, hevði hann havt milliónir av fylgjarum á Instagram. Hann var sera ríkur og kundi fáa alt, sum hann peikaði á. Og hann var vinur við sjálvan kong og kundi til eina og hvørja tíð biðja kong hjálpa sær við hvørjum, tað skuldi vera.
Men nú hevði hann brádliga fingið ein deyðadóm. Frá tí degi, hann fyrstu ferð sá lítlar hvítar blettir á kroppinum, visti hann, at tað bara var spurningur um tíð, til allur kroppurin var fullur í svullum og hann síðani mátti lúta fyri spitalskusjúku. Eingin lekidómur fanst.
Hvørki vald, peningur, popularitetur ella valdmiklir vinir – ikki eingang øll heimsins serfrøði – kundi hjálpa honum nú. Men tað kundi ein ung genta, sum hermenn hansara høvdu rænt í grannalandinum Ísrael. Hon átti einki í hesum heimi, ikki eingang sítt egna frælsi. Men hon kendi Elisa, sum var profetur hjá sjálvum Gudi Ísraels. Og Elisa vísti Náaman á, hvussu Gud kundi grøddi hann. Og so varð – og einki varð aftur, sum tað var áðrenn.
Hóast nógv er broytt, er nógv enn, sum tað var tá. Mannaættin stríðist enn við sama stóra trupulleika: At vit ein dag skulu doyggja, tí tað er avleiðingin av synd okkara. Men! Gud er eisini enn tann sami!