Einki kann skilja frá kærleikanum
“Tí eg eri vísur í, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella maktir, hvørki hitt høga, hitt djúpa ella nakað annað, ið skapt er, skal fáa skilt okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi, Harra okkara”. (Róm 8,38-39)
Paulus hevur her ein lista av tingum, ið menniskjað ræðist øðiliga illa. Deyði, hæddir, maktir og so framvegis. Men sum Paulus skrivar, so er tað onki, ið nakrantíð fer at skilja okkum frá kærleika Guds.
Listin byrjar við deyða, tí hetta er nakað, ið vit menniskju ofta seta spurnartekin við. Deyðin er øgiliga ókendur fyri okkum. Hvussu vit fara at doyggja, nær vit doyggja, og hvat hendir aftaná deyðan. Hetta eru spurningar, ið ongin kann geva okkum eitt greitt svar uppá, og tí kann tað tykjast ræðandi. Men tá vit hoyra Gudi til, tá vita vit við vissu, at Gud er við okkum ígjøgnum allar dagar, og at hann fer ikki lata nakað ringt henda okkum.
Paulus nevnir bæði deyða og lív, tí at alt annað, ið vit óttast hendir okkum ígjøgnum lívið. Vit óttast og eru stúrin fyri, hvat fer at henda. Bangin fyri myrkri, bangin fyri hæddum ella tí djúpa havinum.
Jesus sigraði á tí ónda, hann tók alt á seg, tá hann doyði á krossinum. Jesus vann. Vit kunna bara hava tað gott, tá vit liva í Guds náði. Tað er ein so góður tryggleiki at vita, at tað er onki av hesum tingunum, ið fer at skilja okkum frá Guds kærleika.
Vit kunna vera bangin til tíðir, men tá er so umráðandi at vit vita, at Gud er hjá okkum. Hann elskar okkum og fer aldrin frá okkum. Vit hava onki at vera bangin fyri, so leingi vit eiga Gud í okkara hjarta.