Eins og børnini
"Og Jesus segði:»Sanniliga sigi eg tykkum: Um tit ikki venda um og verða eins og børnini, koma tit als ikki í himmiríkið»" (Matt 18,3)
Eftir at eg hevði sagt børnunum í sunnudaksskúlanum um kristi himmalferðardag, spurdi eg tey, hvat Jesus fór at gera í himlinum? Ein drongur svarar: »Jesus ger kømur klár til okkara» Svarið var so fitt og einfalt, men tað var ikki bara hetta, eg beit merkið í. Tað vóru heldur hansara eygu og útstráling, sum sótu eftir, tá ið eg kom heim. So sannført og so ektað. Eingin atfinning. Eingin fylgjandi kritikkur av útsøgnini, um hvar ella hvør hevði skrivað hetta. Ella um hetta skuldi skiljast sum myndatalu – eina mytu? Vit fóru síðani at ímynda okkum, hvussu flott kømrini mundu vera, nú Jesus hevði verið burtur so leingi.
Eftir at Kleofas og hinir, sum vóru á ferð til Emmaus høvdu etið saman við Jesusi opnaðust eygu teirra og teir kendu hann. Teir fóru í somu stund heim aftur til Jerusalem og funnu teir ellivu. Jesus kemur og vísir seg fyri teimum. Men Tummas er ikki hjástæddur og trýr teimum ikki, tá ið teir siga, at teir hava sæð Jesus: «Síggi eg ikki naglamerkini í hondum hansara, og fái eg ikki lagt hond mína í síðu hansara, vil eg als ikki trúgva tí.» (Jóh 20,25)
Átta dagar seinni vísir Jesus seg aftur fyri teimum, og hesaferð fær Tummas møguleika at síggja hendurnar og nerta við síðu hansara»: “Harri mín og Gud mín» Jesus sigur tá við hann: «Av tí at tú hevur sæð meg hevur tú trúð. Sælir eru teir, sum ikki sóu, og trúðu tó»” (Jóh 20,28-29)
Hvør er størstur í himmiríkið? spyrja lærusveinarnir Jesus. Hann tekur tá eitt lítið barn og setur tað mitt millum teirra: :»Sanniliga sigi eg tykkum: Um tit ikki venda um og verða eins og børnini, koma tit als ikki í himmiríkið» (Matt 18,3)
Rita navn títt mær í hjarta,
Jesus, kongur mín og Gud,
at ei sól, ei myrkur svarta
megna teg at máa út!
Hetta innsigl á meg set:
Jesus mín úr Nasaret,
hann, ið krossin mátti bera,
mær til sálargagn skal vera.