Eins og ørnin

Skrivað: Jónhild Djurhuus

“Men tú, tá ið tú heldur bøn, tá far innar í kamar títt og lat aftur hurð tína og bið til faðir tín, sum er í loyndum, og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær.” (Matt 6,6)

Ver sum ørnin. Tá ørnin berjist við slanguna, tekur hon klørnar í hana og fer á flog við henni. Tá slangan er í luftini, missir hon sínar deyðiligu førleikar. Hon missir sítt treysti, sína styrki og javnvág. Á jørðini er hon sterk, klók, sniðfundig og deyðilig, men í luftini verður hon viðbrekin, veik og hjálparleys.
Tá tú stríðist ella berjist við eitthvørt, flyt tá tínar bardagar yvir á tað andaliga økið við bøn til Guds. Tá tú ert komin á tann andaliga vígvøllin, yvirtekur Gud tínar bardagar. Stríð ikki við egnari megi móti fíggindanum, har hann er sterkari, sniðfundigari og áhaldandi, men ger sum ørnin. Flyt stríðsvøllin á eitt hægri stað, bið til Gud og lat Hann taka yvir. Tá kanst tú við vissu vænta tær sigur.
Eg las hetta á facebook, og hendan áminningin gjørdi mær so væl. Tá Jesus doyði á krossinum, stríddist hann við fíggindan, deyðan, ormin, Sátan. Hann stríddist, og hann knústi Ormsins høvur. Jesus vann sigur á Sátan. Triðja dagin reis hann upp frá deyðum. Hendan æviga sigurin vann hann fyri alla mannaættina. Tí kunnu vit hvíla í vissuni um, at alt er undir kontrol, tá vit flyta okkara bardagar yvir til Hann í bøn. Hann er Harri harranna. Hann hevur longu vunnið sigur á tí ónda.
Lat okkum flyta alt okkara fram fyri Gud í bøn. Takk Jesus fyri tín stórleika og at tú elskaði meg so høgt, at tú vildi doyggja fyri meg og mínar syndir .