Eitt bræv um Jesu blóð
”tað er: rættvísi Guðs við trúgv á Jesus Krist fyri øllum teimum og yvir øll tey, sum trúgva; tí at eingin munur er. ”
Róm.3,22
Vinslov, lækni í landslutinum Vath í Onglandi, fekk bræv frá einum doyggjandi ungum manni, sum bað hann svara nøkrum spurningum. Brævið hjá tí unga manninum ljóðaði soleiðis:
Harra Vinslov lækni:
Tygum høvdu gjørt einum syndara eina stóra tænastu, um tygum høvdu viljað skrivað eitt stykki og sett tað i blaðið hjá harra Braid fyri september mánað, og harvið sagt mær, hvat ið eg skal gera, so eg verði fyrireikaður at doyggja. Sigið mær, hvørjar fyrireikingar Gud krevur, og nær ið eg kann meta meg at vera fyrireikaður at doyggja. Um tygum uppfylla ynski mítt, gera tygum eina góða gerð móti einum ungum manni, sum kennir, at tíð hansara her í heimi er stutt. Hvat er rættvísgering, og nær er ein syndari rættvísgjørdur?
Svarið hjá læknanum ljóðaði soleiðis:
Eg má siga tygum, at tygum alt fyri eitt í einfaldari trúgv mugu blaka tygum yvir á Jesus, so verða tygum sælur. Tann sanna deyðsfyrireikingin er at finna uttan fyri tygum sjálvan og í Jesusi. Vaskaður reinur í Jesu blóði og klæddur í hansara rættvísi, eru tygum heilt gratis – púra ókeypis – ævigt og fullkomiliga tekkiligur fyri Gudi. Frelsan hjá øllum syndarum er fyrireikað fullkomiliga í Kristi (Ef.1,6 og Kol.2,10). Eg taki uppaftur einaferð afturat: Vendið tygara trúareyga heilt burtur frá tygum sjálvum og yvir á Jesus. Varið tygum fyri at søkja deyðsfyrireikingina, sum tygum hava brúk fyri, hjá tygum sjálvum. Hon e r at finna hjá Jesusi Kristi eina. Gud kann ikki taka ímóti tygum, av tí at tygum hava eitt niðurboygt hjarta. Hjá honum geldur onki annað enn fullkomna verkið hjá Soni hansara.
Blakið tygum í barnsligum áliti á hetta hansara fullkomna verk: Kristus doyði fyri tey ógudiligu(Róm.5,6), og tygum eru frelstur. Rættvísgeringin er tað, at ein neyðars glataður og dømdur syndari í trúgv letur seg í Jesu Krists rættvísi, sum kemur til øll og niður yvir øll, sum trúgva.(Róm.3,22).
Rættvísgjørdur og fyrireikaður at doyggja er altso tann – og bara tann – sum blakar burtur sín egna rættvísisklædning og flýggjar til hitt einasta frískjólið hjá syndarum, Jesus og sár hansara og fjalir seg fyri blóðhevnaranum(Jósva 20,3). Har kann hann rópa hart við trúarinnar sigursgleði: ”So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi. ” Róm.8,1.
Eftir tað kunnu tygum biðja Jesus um eitt niðurboygt hjarta, eitt reint hjarta, eitt trúgvandi hjarta, ja, eitt elskandi hjarta, og Jesus vil geva tygum tað. Hin versti syndarin verður frelstur og sælur, tá ið hann bara nemur við Kristus og flýggjar til hansara. Hitt kámasta trúareygað, sum hyggur upp á Jesus, lekir og frelsir sálina. Gud stendur við opnum ørmum og tekur tygum til sín sum barn í elskaða syni sínum. Fyri hansara skuld hevur hann kastað allar syndir okkara aftur um rygg sín(Jes.38,17). Og tá ið tygum doyggja, tekur hann tygum upp í dýrd sína.
Vit lesa ongastaðni í evangeliunum, at Jesus rak nakran av teimum hjálparleysu og vesalu syndarunum aftur, sum leitaðu sær skjól hjá honum. Gud vil í síni undurfullu náði frelsa tygum, so vesalur sum tygum eru, uttan pengar og uttan gjald(Jes.55,1).
Áðrenn eg gevist, vil eg nevna fyri tygum svarið, sum Paulus gav fangavoktaranum í Filippi: ”Men teir søgdu: »Trúgv á Harran Jesus, og tú skalt verða frelstur og hús títt.« ” Áps.16,31. Tað ger tað sama, hvat ið tygum hava verið, ella hvat ið tygum eru. Blakið tygum bara í ta fríu og opnu kelduna móti allari synd og óreinsku(Zak.13,1), og tygum skulu blíva hvitur, ja, snjóhvítur(Sálmur 51,9). Lurtið ikki eftir, hvat ið djevulin ella vantrúgvin vilja billa tygum inn, men blakið tygum niður fyri Jesu føtur og sigið: ”Skal eg farast, so vil eg farast her.” Men tygum skulu ikki farast, tí hann hevur sagt: ”Alt, sum faðirin gevur mær, skal koma til mín; og tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur. ” Jóh.6,37. ”Komið higar til mín” Matt.11,28, var signaða innbjóðing hansara.
Latið tí svar tygara blíva hetta: ”Harri, eg komi. Eg fevni við mínum skelvandi trúarørmum um tín kæra kross, ja, um teg sjálvan, og skal eg doyggja, so vil eg í sjálvum deyðanum krøkja meg fastan í teg og líta upp til tín!”
Gerið hetta í trúnni, so skal deyðin ikki verða nakar deyði fyri tygum. Hyggið støðugt upp á Jesus, so kunnu tygum við frímóði møta Jesusi, og saman við gamla Símeoni kunnu tygum rópa: ”»Harri, nú letur tú tænara tín fara í friði eftir orði tínum; tí at eygu míni hava sæð frelsu tína, ” Luk. 2,29-30.
Máttu vit alt av Guds ríku og fríu náði í yvirflóð møtast í himli og har taka undir við sanginum: ”Verdugt er lambið hitt dripna at fáa máttin og ríkdóm og vísdóm og kraft og heiður og dýrd og signing (Opb.5,12).
Just som jeg er, ei med et strå, av egen grunn å bygge på. Blot på den grunn, at du for mig er død, og selv oss bød til deg. Jeg kommer, O, Guds lam!”
”Shalom” E.Campbell umsetti