Eitt glas av vatni

Skrivað: Hans Kristian Justesen

Tað sigst, at tøtt toka, sum kann fjala sjey íbúðarblokkar og er hundrað metrar tjúkk, einans inniheldur eitt glas av vatni. Bert eitt glas av vatni. Men hetta eina glasið kann gera tað fullkomiliga ógjørligt at síggja nakað.

Eitt glas av stúran og ótta kann eisini púrasta blinda okkum!

Hesa seinastu tíðina hava vit skula tikið nakrar stórar avgerðir heima hjá okkum. Avgerðir, sum koma at hava ávirkan á okkara framtíð og gerandisdag. Og tá merkja vit, hvussu skjótt stúranin og óttin kann fara avstað við okkum. Blinda okkum! Blinda okkara trúareyga.

Í Filippibrævinum 4,6-7 lesa vit: Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk, og Guds friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.

Her lesa vit eina áminning fulla av lyftum og vón. ’Vit skulu ikki stúra’… um setningurin steðgaði har, so kundu vit lættliga hugsa, at tað er altíð lætt at siga soleiðis, men ikki altíð lætt at liva eftir. Men tíbetur steðgar setningurin ikki har.

Har stendur, at vit skulu ikki stúra fyri okkum sjálvi, men koma fram fyri Gud við okkara tørvi. Koma vit fram fyri Gud, og tosa vit við hann um okkara dagligu stúranir og ynskir, vil hansara friður, sum er størri og djypri enn vit menniskju kunnu skilja, varðveita okkara tankar, okkara hjørtu og okkara álit á hann.

Í trúnni á Guds orð eiga vit frið við Gud, og frið frá Gudi. Hetta ger, at tá tær ytru umstøðurnar ikki eru serliga ’friðaligar’, kunnu vit sum Guds børn álíkavæl hvíla í tí innara friði, sum hann gevur okkum. Hetta er stórt! Hetta er ein áminning full av lyftum og vón!

Og so var tað orðið takk, sum varð nevnt í ørindinum omanfyri og sum tí eisini er sera týðandi partur í áminningini. At takka, siga takk, setur gevaran í miðdepilin. Við at takka Gudi fyri tær gávur, hann hevur givið og dagliga gevur okkum, seta vit Gud í miðdepilin. Tað hjálpir okkum at fáa eyga á tær gávur, vit dagliga fáa frá honum. Tað styrkir eisini okkum í trúnni á, at hann vil geva okkum góðar gávur. Hann er mentur at taka sær av okkara tørvi! Og hann vil tað!

Hans Kristian Justesen, Herlev